Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir vann á SÍ í jøvnum dysti

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  02.10.2025 - 05:23 Ítrottur Tíðindi

FM-finalistarnir seinasta kappingarár spældu í Klaksvík í gjárkvøldið

 

Polestar-deildin:

Mjølnir – SÍ 3-1 (27-25, 25-18, 23-25, 25-17)

FM-finalistarnir seinasta kappingarár spældu í Klaksvík í gjárkvøldið, og Mjølnir tóktist hava slitið seg leyst í fyrsta setti, tá tað fór frá 5-6 upp á 12-7, men við fimm stigum á rað javnaði SÍ til 13-13. Eftir hetta skiftust liðini um at vera á odda, til Mjølnir hevði vunnið 27-25, eftir at SÍ annars hevði havt tríggjar settbóltar.

Mjølnir vann lættliga annað sett 25-18, og í triðja setti var gongdin tann sama, har Mjølnir legði seg á odda 10-5 og 14-8. Men við eitt livnaði SÍ og vann fimm stig á rað og fekk samband aftur. Mjølnir hevði tó hug at draga frá aftur og fór framum 20-17 og 22-19, men aftur javnaði SÍ og vann settið 25-23, eftir at hava verið aftanfyri 23-22.

Í fjórða setti hvarv spenningurin skjótt, tí eftir at liðini høvdu fylgst fyrstu løtuna, gjørdi Mjølnir eitt skarvslop frá 8-7 til 19-10, og hóast SÍ gjørdi ein vørr og vann seks stig á rað og minkaði um munin niður í 16-19, stongdi Mjølnir hurðina aftur og vann settið 25-17.

Hesa ferð vóru sørvingarnir átta mans á dómaraseðlinum; teirra millum veteranurin Jóhan Petur á Stongum.

 


Ternan – Fleyr 1-3 (15-25, 25-20, 17-25, 9-25)

At Ternan sunnudagin vann eitt sett ímóti Fleyr, fegnast tey um á Toftum, hóast Fleyr samanumtikið lættliga vann dystin 3-1.

Ternan fylgdi væl við fyrra helming av fyrsta setti, men eftir at Ternan við trimum stigum á rað hevði minkað um munin til 13-14, vann Ternan einans tvey stig afturat, so at Fleyr vann settið 25-15.

Men Ternan hevði fingið blóð upp á tonnina eftir góðu byrjanina í fyrsta setti og legði seg tíðliga framum í øðrum setti og megnaði at halda seg frammanfyri mest sum alt settið, sum varð vunnið 25-20.

Men so var heldur ikki meira eftir í Ternuni, og Fleyr gjørdi skjótt av og var frammanfyri frá byrjan til enda í triðja og fjórða setti, sum vórðu vunnin 25-17 og 25-9.

Við einans sjey leikarum á dómaraseðlunum hjá báðum liðum var hann heldur styttri, enn hann ofta hevur verið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…