Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mótmælisskriv viðv. reglugerð um fráfaringaraldur

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.10.2025 - 13:19 Tíðindaskriv

Akademikarafelag Føroya (AKF), Starvsfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya mótmæla, at Klaksvíkar kommuna heldur fast við fráfaringaraldur á 70 ár

 

AKF, Starvsfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya, sum umboða limir á almenna arbeiðsmarknaðinum, vilja við hesum staðiliga heita á Klaksvíkar kommunu um at endurskoða uppskotið um reglugerð fyri fráfaringaraldur.

Seinastu árini hevur gongdin á arbeiðsmarknaðinum verið greið: fráfaringaraldurin er hækkaður og fleiri myndugleikar hava nú heilt avtikið hann. Hetta byggir á ta hugsan, at aldur í sjálvum sær ikki eigur at vera avgerandi fyri, nær fólk skulu gevast í starvi.

Í 2007 varð fráfaringaraldurin hjá landinum hækkaður úr 67 upp í 70 ár, og í 2022 varð hann aftur hækkaður til 72 ár. Nú er ætlanin hjá landinum at avtaka fráfaringaraldurin heilt, fyri at styrkja støðuna hjá eldri starvsfólkum á arbeiðsmarknaðinum. Eisini hevur Tórshavnar kommuna avtikið fráfaringaraldurin, við grundgevingini, at ongin skal vera fyri mismuni vegna aldur.

Tó varð, á býráðsfundi tann 23. september 2025, eitt uppskot viðgjørt um dagføring av reglugerðini um fráferð úr starvi fyri aldur, har Klaksvíkar kommuna velur at halda fast við markið á 70 ár – tó við ætlan um eina stigvísa tilgongd.

Vit meta, at samfelagið hevur flutt seg. Ein skipan, har fráfaringin er treytað av aldri heldur enn førleikum og vilja, er bæði ótíðarhóskandi og diskriminerandi.

Tí heita vit á býráðið í Klaksvíkar kommunu um at endurskoða skipanina. Vit mæla til, at Klaksvíkar kommuna avtekur fráfaringaraldurin og heldur mennir eina seniorskipan, sum gevur eldri starvsfólkum møguleika at halda fram í starvi við hóskandi treytum og tillagingum.

Fakfeløgini vilja samstundis minna á, at mong eldri starvsfólk eru virkin, roynd og arbeiðsfør – eisini væl upp í árini. Hetta er ein stórur tilfeingisvinningur fyri kommununa og samfelagið, ikki ein byrða. Talan er ofta um starvsfólk, sum hava slóðað fyri innan sítt fakøki og hava savnað sær holla vitan og royndir, ið eru týdningarmiklar at varðveita.

 

Vinaliga,

Akademikarafelag Føroya

Starvsfelagið

Heilsuhjálparafelag Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…