Lýsing
Lýsing
Lýsing
Birta Biskopstø, forkvinna í stýrinum fyri Rótina | Mynd: Oliver Joensen

- Ein íløga í okkara framtíð, fyri næmingar, býin og samfelagið alt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen  |  02.10.2025 - 21:00 Tíðindi

segði Birta Biskopstø, stýrisforkvinna millum annað í røðu sínari, tá móttøka var í Rótini í dag. Vit prenta røðuna niðanfyri.

 

Góðu næmingar, lærarar, landsstýrisfólk og býráðslimir, góðu allir gestir.

 

Tað er mær ein stórur heiður at bjóða tykkum øllum vælkomnum til hesa gleðiligu og hátíðarligu løtu.

Nú gleðast vit um og hátíðarhalda nýggja húsarhaldsskúlan, sum er tikin í nýtslu.

Húsarhaldsskúlin hevur í fleiri áratíggju verið ein týðandi partur av føroyska útbúgvingarverkinum. Skúlin hevur givið okkara ungdómi møguleikar fyri at ogna sær týdningarmiklar lívsførleikar.

Síðani skúlin varð stovnaður í 1974 hava næmingar í hópatali lært um samstarv, ábyrgd, sjálvbjargni, og virðing fyri fólki og mentan.

Nýggi skúlin hevur givið okkum karmar, sum svara til nútíðar krøv og møguleikar. Bæði lærarar og næmingar hava nú so nógv betri umstøður at røkka teimum málum, sum skúlin hevur sett sær fyri. Ikki tí, hetta gekk eisini væl í gamla húsarhaldsskúlanum, men hetta er eitt framstig av teimum heilt stóru.

Hetta byggiverkið hevði ikki borið á mál uttan sterkt samstarv og trúgv á verkætlanina. Tí vil eg nýta høvið at takka øllum, sum hava lagt orku og arbeiði í at gera hendan dreymin til veruleika – frá fyrstu ætlanini til vit nú standa her í dag.

Eg eri sannførd um, at Húsarhaldsskúlin, sum skúlin hevur gjørt higartil, eisini fer at røkja ein týdningarmiklan leiklut fyri komandi ættarlið. Skúlin er sjálvsagt ikki bara ein bygningur, men hann er nú sera flottur og væl egnaður, karmarnir eru framúr fyri núverandi og komandi næmingar. Nýggi skúlin er ein íløga í okkara framtíð, fyri næmingar, býin og samfelagið alt.

Við hesum orðum vil eg bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum – og ynskja okkum øllum eina gevandi og minniliga hátíðarløtu.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…