Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjartaliga til lukku við nýggja Húsarhaldsskúlanum!

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur - Myndir: Dávur Winther  |  02.10.2025 - 20:27 Politikkur Tíðindaskriv

Sjálv gekk eg á  Húsarhaldsskúla í 1980 saman við 10 øðrum røskum og  fittum gentum. Vit  vóru tríggjar úr Klaksvík - Marge, Mia og eg -  og hinar  8 komu ymiska staðni úr Føroyum. Vit vóru allar ungar tá  og uppá tað allarbesta, so minnini standa rættliga  klár í dag frá tíðini á skúlanum.

 

 

At fara á Húsarhaldsskúla aftaná realklassan, ja, tað var tað mest natúrliga hjá mær, um ikki eitt  “must”  og tað sama var galdandi fyri hinar ungu genturnar í familjuni.

Og  tað  var kanska ikki so løgið, tí Mathilda Poulsen, sum er ommusystir mín, sat í nevndini fyri Húsarhaldsskúlan og hevði ein brennandi eldhuga fyri skúlanum. Eg kom nógv í heim teirra,  eisini tí ynskti beiggi mín Danjal var uppfostraður har. Og sostatt hevði hon stóran ávirkan á, at eg fór á Húsarhaldsskúla. 

Minnist, at hon hevði nógv samband við Almu Petersen, sum hon helt nógv, og sum eisini var ein eldsál fyri skúlan.

Á Húsarhaldsskúlanum 1980, var Lærinnan var donsk. Hon æt Dagmar. Haldi tað er ikki for nógv sagt, at hon var ”nokksp strong”... Hon skuldi jú halda skil á 11 teenagergentum.

Í dag ganga 35 næmingar á skúlanum og bíðilistin er langur. Her ung fáa førleikar til framtíðina, annaðhvørt um tey skulu lesa ella arbeiða.

Konseptið at byggja  nýggjan Húsarhaldsskúlan var soleiðis, at landið, Klaksvíkar Kommuna og  Bústaðir skuldu gjalda 1/3 í part.

Og í 2019 bleiv eg landsstýriskvinna í m.a. í  bústaðamálum. Tá bleiv eg  skjótt kontakta um, at brúk var fyri at Bústaðir játtaði  ávísa upphædd, soleiðis at sleppast kundi víðari við verkætlanini.

Eg tók beinanvegin fund við nevndina í Bústøðum,  Johan Mortensen var  formaður.  Skal sigast, at hetta var áðrenn Bústaðir fekk heimild at lána 450 mió. So har var ikki so nógvar pengar hjá teimum tá.

Men stórt rós til nevndina tí , longu um kvøldi á veg til Klaksvíkar, fekk eg játtandi svar um, at teir kundu seta ásetta peningin av.

Jenis av Rana og eg sótu í samgongu saman og høvdu vit eitt gott samstarv. Hann umsat Húsarhaldsskúlan,  og hevur hann rós uppiborið fyri sín leiklut  í tí málinum. Hann helt fast til hann fekk ein álítandi prís, sum fór at halda.  

Jóhanna, eg veit, at hetta kundi følast strævið at bíða.

Loksins tann 3. august 2020 bleiv málið borið niðan í løgtingið.

Og longu tann 4. august kom málið til 1. viðgerð. Viðgjørt í Fíggjarnevndini, álitið skrivað. Kom 2. og 3. Viðgerð. Alt sama dag Og  einmælt samtykt.

Men tað var ikki bara bara, tí vit máttu hava 20 undirskriftir fyri at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at málið kundi avgreiðast  sama dag.  T.v.s. undirskriftir frá bæði samgongulimum og andstøðulimum.

Minnist, hvussu mann gekk og royndi at fáa hesar undirskriftirnar uppá pláss. Og tað eydnaðist.

Kann upplýsa tykkum um, at vanliga verða mál viðgjørd í 4 og onkuntíð upp til  6 vikur í nevnd.  So eg var rættiliga ørkymlað henda dagin, um hvat kundi henda  um tað ikki bleiv víkt frá øllum tíðarfreistum, tí tá  var samgongan  komin hartil, at tað var byrjað at ridla. Og um málið ikki kom úr nevnd, áðrenn eitt nýval varð útskrivað, so visti ongin hvat kundi henda.

Minnist hetta sum ein stóran dag, sjálvan hósdagin á Summarfestivalinum.

Tá var hugaligt og stuttligt at ringja til Jóhonnu og fortelja, at nú var málið samtykt og klárt at fara í gongd.

Longu 4. November bleiv valið útskrivað.

Men gloym ikki; her hava verið nógvir leikir, og  nógv fólk, sum hava kempa fyri Húsarhaldsskúlan. Og Johanna, títt ágrýtni og úthaldni hevur verið heilt einastandandi. Tú kastaði ongantíð handklæði í ringin, men kempaði til tú komst á mál.

Úrslitið síggja vit í dag. Ein av flottur, stásiligur skúli, ja eitt stórt stig inn í framtíðina, har tað er langur bíðilisti at sleppa inn á skúlan.

Takk fyri øll somul, og enn einaferð hjartaliga til lukku og Harrans signing.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Keyp fisk á netinum
Kallsgarður: Vit vera við Neystið í morg…
- Handverk gevur ró, gleði og evni til…
- Vinmenni­nir spældu hund
Mótmælisskriv: Aldursmismunur í Klaksvík…
- Ein íløga í okkara framtíð, fyri næmin…
Myndarøð: Búmerki hjá Rótini
Hjartaliga til lukku við nýggja Húsarhal…
Í morgin kann KÍ vinna FM nr. 22 í søgu…
Myndarøð: Kunningarfundur um leiguíbúðir…
Navnið er "Rótin"
Veðrið um vikuskiftið – ein avbjóðing
Andru Poulsen vitjar Norðlýsið
Næstan allir føroyingar taka telefon­ina…
Havnar bio og KVF gera nýtt samstarv um…
Mótmælisskriv viðv. reglugerð um fráfari…
Sjóklæðir í nýggjum hølum
Rúsan og Posta undir sama tak
Húsarhalds­skúlin fær nýtt navn í dag
Kroppurin sansar og goymir