Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Búmerki hjá Rótini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2025 - 20:43 Myndarøð Tíðindi

Rótin ímyndar næmingin, sum gongur á skúlanum. Skúlin er ímyndaður í markleysu rammuni, segði Anna Simonsen, stjóri í reklamuvirkinum Grafia millum annað tá hon greiddi frá búmerkinum

 

 

Hetta er ein tvørskurður av eini rót, ið er plantað í eitt lendi. Rótin er harðfør og treisk, og sýgur føði úr jarðarlendinum.

Hyggja vit nærri, síggja vit jarðlendi í erva. Síðan kemur sjálv rótin, við sínum greinum, ið spaða seg í ymsar ættir. Saman skapa tey eina rætthyrnta markleysa rammu, rundan um sjálvt búmerkið. Legg til merkis, at ramman er markleys og opin, so rótin fær frítt rasarúm at vaksa og mennast - eisini út um rammuna. Í millumrúminum á tekningini er gróðrarbotnurin, ið skapar lív, menning og kreativitet.

Rótin ímyndar næmingin, sum gongur á skúlanum. Halda vit okkum til plantufrøðina, so verður tú, sum næmingur plantaður í eitt skapandi og mennandi umhvørvi á skúlanum. Tú festur røtur og sleppur at útfolda tíni skapandi evni, bæði handaliga og tímiliga. Tú fært grundleggjandi og dygdargóða vitan innan mat, mentan, tilfeingi, kropp, heilsu og alskins handarbeiði osfr. - Ein markleysur lærdómur fyri lívið.

Skúlin er ímyndaður í markleysu rammuni. Hann skapar karmarnar og tryggjar gott og burðardygt gróðrarlendi, so at næmingurin trívist og mennist.

Millumrúmini í tekningini ímynda hugflog, lærdóm, kreativitet, samanhald, lívsførslu og lív.

Undir búmerkinum, stendur navnið Rótin. Stavsniðið er klassiskt og hevur sokallaðar „føtur“, ið ger at skriftin er løtt at lesa. Tó brýtur bókstavurin R frá, har annað beinið á bókstavinum ikki hevur fót. Hetta skapar dynamikk, ið hóskar væl til búmerkið.

Høvuðsliturin á búmerkinum verður grønt, tí talan er um ein grønan skúla, ið leggur dent á stuttflutt og burðardygt tilfeingi. Tó hevur búmerkið nakrar heitar og fjálgar hjálitir úr føroysku náttúruni.

Búmerki er ikki avmynd av nakrari ávísari rót. Røtur eru ymiskar, eins og næmingar eru ymiskir. Skúlin skapar karmarnar og gróðrarbotnin fyri næmingin. Men næmingurin má sjálvur festa røtur, vaksa og spíra. Her á skúlanum er lívsins vár, men so kemur lívsins heyst. Spennandi er at vita, hvussu ferð at hilnast hjá teimum.

Enn einaferð hjartaliga til lukku, blýðan byr og gott heyst!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku