Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mótmælisskriv: Aldursmismunur í Klaksvíkar kommunu

SKRIVAÐ: Pensjónistafelagið Hugni  |  02.10.2025 - 21:29 Politikkur Tíðindaskriv

Á fundi hjá Pensjónistafelagnum Hugni 30.09.25 vóru vit øll samd um at senda hetta mótmælisskriv til Klaksvíkar kommunu

 

Sambært altjóða mannarættindum er ikki loyvt at gera mun á fólki

Í samb. við, at býráðið í Klaksvík er farið undir eina nýggja mannagongd, tá tað snýr seg um fráfaringaraldur, vilja vit í Pensjónistafelagnum Hugni koma við einum mótmæli.

Vit mótmæla broyting av reglugerðini, sum Starvsfólkadeildin hjá kommununi hevur lagt fyri býráðið til samtyktar. Har verður týðuliga gjørdur mismunur á fólki, nevniliga ”tey góðu” og undirforstaðið ”tey vánaligu”.

Í dagføringini av reglugerðini, leggur Starvsfólkadeildin hjá kommununi dent á, at ”góð starvsfólk” síggja, hvussu arbeiðið verður leitt og deilt, og at hesi ”góðu starvsfólkini” hvørki hava tíð ella orku at gera dupult arbeiði í longri tíðarskeið, meðan tey síggja, at starvsfelagar (undirforstaðið komandi pensjónistar), ið nærkast fráfaringaraldri, ikki í sama mun klára at fylgja við. 

 

Eldri eru stabil arbeiðsmegi

Eldri fólk, ið framvegis orka og tíma at útinna eitt arbeiði, eru bæði álítandi og stabil arbeiðsmegi. 

Sambært dagføringini av reglugerðini er úrslitið, at ikki bara tey ”vánaligu”, sum nærkast fráfaringaraldri, brenna út, men vandi er fyri, at eisini tey ”góðu starvsfólkini” brenna út.

Við øðrum orðum, sæst í broyttu dagføringini, at stórur munur verður gjørdur á starvsfólkum. 

Tey verða lutað upp í tveir bólkar: ”Tey góðu” (ungu) starvsfólkini øðrumegin, og undirforstaðið ”tey vánaligu” starvsfólkini hinumegin, sum eru tey, ið nærkast pensjónsaldri.

 

Strikið galdandi fráfaringaraldur

Fyri 10 árum síðani, í 2015, var fráfaringaraldurin í Klaksvíkar kommunu settur til 70 ár.

Nú hava vit 2025, og átti kommunan heldur at fylgt við flestu av hinum kommununum í landinum og heilt strika higartil galdandi fráfaringaraldur. 

Sambært altjóða mannarættindum er ikki loyvt at gera mun á fólki.

Tað verður tað í stóran mun gjørt í hesi dagføring av higartil galdandi reglugerð fyri fráferð úr starvi vegna aldur í Klaksvíkar kommunu.

Tíbetur var dagføringin av reglugerðini fyri fráferð úr starvi ikki samtykt í býráðnum á hesum sinni, men beint aftur í nevnd.

 

Klaksvík 2. okt. 2025 

Maria Olsen, 

forkvinna í Pensjónistafelagnum Hugni

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Keyp fisk á netinum
Kallsgarður: Vit vera við Neystið í morg…
- Handverk gevur ró, gleði og evni til…
- Vinmenni­nir spældu hund
Mótmælisskriv: Aldursmismunur í Klaksvík…
- Ein íløga í okkara framtíð, fyri næmin…
Myndarøð: Búmerki hjá Rótini
Hjartaliga til lukku við nýggja Húsarhal…
Í morgin kann KÍ vinna FM nr. 22 í søgu…
Myndarøð: Kunningarfundur um leiguíbúðir…
Navnið er "Rótin"
Veðrið um vikuskiftið – ein avbjóðing
Andru Poulsen vitjar Norðlýsið
Næstan allir føroyingar taka telefon­ina…
Havnar bio og KVF gera nýtt samstarv um…
Mótmælisskriv viðv. reglugerð um fráfari…
Sjóklæðir í nýggjum hølum
Rúsan og Posta undir sama tak
Húsarhalds­skúlin fær nýtt navn í dag
Kroppurin sansar og goymir