
Hørð EM-byrjan
Nú á middegi verða klokkurnar settar í gongd og fyrstu leikirnir fluttir í stóru EM-stevnuni fyri landslið í talvi suðuri í Georgia.
Føroyar telva móti Kroatia í fyrsta umfari. Fýra stórmeistarar manna kroatiska liðið. Miðalstyrkitalið liggur um 2550. Kroatia er styrkismett nummar sekstan í EM.
Føroysku telvararnir vórðu ikki frammi í Batumi fyrr enn seint í gjárkvøldið. Ferðin var long, men nú er at vóna, at allir eru úthvíldir og fúsir til dagsins dyst.
Føroyar og Kroatia eru mannað soleiðis í dag:
Føroyar (36) - Kroatia (16)
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - GM Ante Brkic 2578
Luitjen A. Apol 2318 - GM Leon Livaic 2551
Rógvi Egilstoft 2304 - GM Sasa Martinovic 2553
Martin Poulsen - GM Hrovje Stevic 2522
Føroyar hava telvað móti Kroatia bæði í EM og OL. Í okkara fyrstu EM-stevnu í Reykjavík í 2015 taptu vit 3-1. Tað var hildið at vera væl sloppið. John Rødgaard og Rógvi Egilstoft telvaðu javnt á øðrum og fjórða borði. Rógvi telvaði tá móti Ante Brkic, sum í dag situr á 1. borði hjá Kroatia.
Vit møttu aftur Kroatia á talvolympiaduni í India í 2022. Tá taptu vit 3½-½. Helgi Dam Ziska stríddi seg tá til remis í hørðum talvi á 1. borði móti Ivan Saric, sum í nøkur ár hevur verið sterkasti telvari í Kroatia. Saric er tó ikki við í EM hesaferð - eins og Helgi Dam Ziska heldur ikki er við.
Fjøruti lið eru við í EM. Føroyar eru styrkismettar nummar 36. Tey fimm londini, sum eru styrkismett fremst, eru Týskland, Holland, Ungarn, Aserbadsjan og Ongland.
Norra, sterkasta norðurlandið, er ikki við. Norska talvsambandið sigur, at tey raðfesta OL komandi ár hægri, og leggja tí alla orku í eitt gott OL-úrslit í staðin.
Fylgjast kann við øllum dystunum, leik fyri leik á hvørjum borði, frá EM-kappingini í Georgia. Eitt leinki er: lichess.org.