Minningarorð – Ein seinasta heilsan til Guttorm Eyðun Hansen
Góði, elskaði Eyðun, takk fyri prátini um tað álvarsliga, skemtiliga og tað syrgiliga. Takk fyri vísdóm, látur og longsul. Tú hevur gjørt inntrykk á okkum øll, og minnini um teg liva víðari í okkum, sum vóru góð við teg
Góði lesari
Hesi orðini skrivaði eg, tá Eyðun lá undir børu. Nógvar søgur og forteljingar havi eg lagt oyra til upp gjøgnum mín barn- og ungdóm. Vit eru í slekt, og tá eg var yngri, vitjaði Eyðun ofta bæði foreldur míni og ommu og abba mín. Eyðun var systkinabarn ommu og abba í hvør sína ætt, so hann hevur fyri meg altíð verið ein partur av familjuni. Alt hvat eg minnist, hevur Eyðun verið nógv einsamallur. Hann hevði sínar avbjóðingar, men ongantíð gloymdi hann sínar røtur; og hann var eisini raskur at leggja leiðina framvið og vitja síni systkinabørn og familjur teirra. Seinnu árini búði hann í Niðristovu, har eg eisini fekk høvið at læra hann betri at kenna.
__
Góði Eyðun
"Lívið er skuffandi!" Tann vísdómin deildi tú við meg, tá vit á sumri í 2021 stóðu uttanfyri á svalanum og royktu í summarveðrinum úti í Niðristovu. Tú hevði fyri kortum fingið deyðsboðini av einum, sum var nøkur ár eldri enn tú, men sum tú hevði kent meginpartin av tínum lívi. Hetta rakti teg hart, sá eg. Kanska mest tí, at tú visti, at tíðin skjótt fór at ganga undan tær og teimum, sum tú hevði kent í tínum bestu árum.
Vit tosaðu um sorg og um okkara tilveru, og eg merkti á tær, at tú vart ræddur, og at hesi deyðsboð settu tínar tankar í gongd. Tú fortaldi mær um tín barndóm, og hvussu tryggan tú hevði kent teg saman við tínum foreldrum. Eg lurtaði, sum tú fortaldi um túrar úti í Grøv, alt ov langar arbeiðsdagar í Havnini, har tú millum annað starvaðist sum kranamaður, og um ein kærleika, sum ongantíð bleiv varandi. Tú fortaldi um brøvini, tit sendu tykkara millum, og longsulin eftir at vita, hvussu hennara lív lagaði seg eftir, at tit fóru hvør til sítt.
Góði Eyðun, tú vart einsamallur nógv tann størsta partin av lívinum. Misti tíni foreldur, tá tú vart fyrst í tjúgunum og við hetta misti tú trygga stavnhaldið í lívinum. Eg havi ofta fingið fortalt, at foreldur tíni, Malla og Sigmund, vóru hugnalig fólk, sum vóru nógv fyri teg í barna- og ungdómsárunum. Tey vóru nærverandi í uppalingini, kanska eisini á ein hátt, sum ikki var so vanligur í hesi tíðini. Tey løgdu alt tað, tey áttu, í teg. Tú vart einabarn, so tað tættasta tú hevði av familju vóru systkinabørn – og lukkutíð hevði tú eisini Elsu, mostur tína. Hon tók teg til sín, tá tú alt ov tíðliga gjørdist einsamallur.
Vit bæði vóru í familju, og tað fortaldi tú mær ofta. Tú vart familjukærur, og helt sambandið við systkinabørnini í tann mun, tú megnaði. Onkuntíð vart tú raskur at ringja og vitja, og aðrar tíðir legði tú orkuna aðrastaðni.
Tú hevði eina søta tonn, og tú elskaði sukurmolar. Tað skuldi ikki so nógv til at gleða teg; nakrar breyðflísar, sterkt kaffi, eina sigarett, helst tvær, og eitt stutt prát, so var dagurin fullkomin. Tað var akkurát fyri. Minni heldur enn meir, tí tú vart ikki vanur við, og tímdi heldur ikki, roks og annað vas. Men gjarna mátti vera stutt ímillum prátini, so tú ikki gekk í egnum tonkum í alt ov langa tíð. Soleiðis kendist tað.
Tær dámdi væl títt egna selskap, men bleivst eisini stoltur, tá tað bleiv gjørt burturúr tær av og á. Tú gleddi teg hvørt ár sum eitt barn til tín føðingardag 17. juli. Men tað handlaði kanska meir um at síggja fram til dagin, tí tá dagurin kom, so skuldi tað ikki gerast ov nógv burturúr. Í ár skuldi tú blíva 75 ár, men tú náddi tað ikki hesaferð. Eg minnist tó aftur á dagin, tá tú seinast hevði ein stóran føðingardag. Tú fylti 70 ár, og tað var ein stórur gleðisdagur úti í Niðristovu, har starvsfólk gjørdu nógv burturúr, og systkinabørnini komu til ein kaffimunn og ein kakubita. Eg sá á tær, at tú vart errin og gleddist saman við tínum nærmastu.
Tað besta, sum hendi í tínum vaksna lívi var, at tú fekk fastan bústað í Niðristovu. Her fekk tú fastar rýtmur, dagliga umsorgan og strukturerað lívsinnihald. Tú hevði fyrst verið til umlætting, og tær dámdi so væl. Men tað var tíverri ikki nakað kamar tøkt til tín um hetta mundið. Heilsan bilaði, so tað bar ikki til hjá tær at búgva í barndómsheiminum longur.
Tað skuldi ein stórur innsatsur til og tað vóru nógv, sum løgdu nógv fyri, soleiðis, at tú fekk fastan bústað úti á Røktarheiminum. Millum hesi vóru fleiri úr familjuni, starvsfólk hjá NBH, og so átti tú eisini sjálvur ein lut í hesum.
"Lívið er skuffandi!" Hetta lærdi tú, júst sum tú endiliga hevði fingið tryggar karmar aftur. Lívið er so stutt, og tað er eisini vakurt. Men áðrenn vit vita av, so er tað farið; og vit hava bara tíðina at hyggja aftur á. Tað var hetta, sum tú setti orð á, tá vit bæði stóðu uttanfyri í dýrdarveðrinum úti á svalanum í Niðristovu. Tí nú sum tú byrjaði at gleða teg til dagin, so vóru teir fáir eftir í tali. Og hesi orðini havi eg tikið til mín, tí fá hava livað so tætt upp at hesum sum tú.
Tá tú gekk eftir vegnum, so gjørdu vit okkum ikki teir stóru tankarnir um, hvat tú mátti ganga og hugsa um. Vit høvdu øll okkara egna, og tað hava kanska verið fleiri við mær, sum tóku synd í tær, tí tú ikki hevði tað sama. Tað var kanska eisini synd í tær, men tú hevði eisini eina rúgvu av lívsinnihaldi. Tú hevði sigandi reflektiónir, kenslur og spekulatiónir. Tað vóru bara ikki so nógv, sum fingu innlit í títt innara lív – og við hesum er so nógv farið við tær.
Góði, elskaði Eyðun, takk fyri prátini um tað álvarsliga, skemtiliga og tað syrgiliga. Takk fyri vísdóm, látur og longsul. Tú hevur gjørt inntrykk á okkum øll, og minnini um teg liva víðari í okkum, sum vóru góð við teg.
Henný Rógvadóttir