Bókaframløga og smakkroyndur úr avroðum
Hevur tú hug at royna smakkríkar rættir úr avroðum? Kom so við til forvitnisliga tiltakið í Varpinum nú mánakvøldið 6. okt. kl 20. Nýggja bókin “Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð" verður miðdepilin um hugtakandi sofaprát og forkunnugar smakksroyndir við rættum úr bókini.
Tað eru Kvinna og IRF, sum skipa fyri tiltakinum, sum eisini er partur av Virkið Heyst skránni hjá Klaksvíkar kommunu! Fyri tryggja nokk av mati, er eyðugt er at boða frá, um tú boðar frá luttøku við at trýsta á “deltager” í tiltakinum á facebook. Tú finnur tiltakið umvegis facebook síðuna hjá Kvinnu ella IRF.
Skrá fyri kvøldið:
- Kvinna bjóðar vælkomin
- Sofaprát við Sigurd L. Lamhauge og Lenu L. Mohr frá IRF um avroð, ið endar sum burturkast
- Ingibjørg Hansen syngur tvey løg
- Sofaprát við Jóhonnu á Tjaldrafløtti um avroð fyrr og nú
- Sofaprát við Rannvá Beder um at gera mat úr avroðum til bókina
Síðan bjóða vit smakkroyndir úr bókini við onkrum leskandi afturvið, meðan Ingibjørg Hansen spælir tvey løg afturat.
Bókin “Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð” verður til keyps fyri ein góðan prís.