Lýsing
Lýsing
Lýsing

Danskir dreingir og unglingar hava konsertferð til Føroya

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.10.2025 - 13:30 Mentan Tíðindi

Danska kórið "Syngedrengene fra Assens" er á veg til Føroya at hava konsertir í Vesturkirkjuni og í Gøtu kirkju. Konsertirnar verða mánakvøldið 13. og týskvøldið 14. oktober.

Hetta dreingja- og unglingakórið í Vor Frue Kirke í Assens á Vesturfjóni er áhugavert, tí talan er um 25 dreingir og ungar menn, sum áhaldandi og regluliga fáa og hava fingið kórvenjing og einstaklingavenjing í sangi frá barnsbeini.


Kórskúlin ger munin


Kórið er millum tey elstu í Danmark. Tað varð stovnað í 1856 og virkar í dag sum ein sangskúli, har dreingirnir heilt frá 2. og 3. flokki og til lokna skúlagongd í miðnámsskúla fáa holla venjing og undirvísing í solosangi, tónleikaástøði og klaverspæli. Kórið og kórskúlin geva soleiðis eitt týðandi mentanarligt íkast bæði til nærumhvørvið og allan landspartin.


Kórleiðari er Rasmus Tofte-Hansen. Talan er um eitt kirkjukór, og tí er klassiskur evropeiskur kirkjutónleikur á skránni. Men kórið úr Assens syngur eisini norðurlendskar sangir frá romantiska tíðarskeiðnum og sangir frá danska sangarvinum. Ferðin til Føroya er ætlað sum eitt skiftistiltak í mentanarhøpi, og tí verður konsertin í Gøtu kirkju ein felags konsert við Gøtu kirkju ungdómskór.


Danska kórið verður eisini at hoyra í kirkjuni í Kollafirði sunnudagin 12. oktober, har gudstænasta er.


Konsertirnar við "Syngedrengene fra Assens" verða í:


Vesturkirkjuni mánakvøldið 13. oktober kl. 19 og í 


Gøtu kirkju týskvøldið 14. oktober kl. 19.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…