Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein ferðslutrygdarvinur er farin

SKRIVAÐ: Ráðið fyri Ferðslutrygd  |  06.10.2025 - 15:57 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Petur Jacob Sigvardsen var 93 ár, nú hann andaðist í farnu viku. Ein sannur ferðslutrygdarvinur. Tað er soleiðis vit í Ráðnum fyri Ferðslutrygd fara at minnast Petur Jacob. Tí hóast hann letur eftir seg eitt øgiligt tómrúm hjá teimum nærmastu, og við øllum tí hann hevur skrivað og avrikað gjøgnum eitt langt og virkið lív, so minnast vit í Ráðnum fyri Ferðslutrygd Petur Jacob fyri hansara ótroyttiliga arbeiði fyri ferðslutrygdini.

 

Petur Jacob var við frá byrjan. Hann var við til at seta á stovn Ráðið fyri Ferðslutrygd í 1976. Og hann verður eisini nevndur sum hann, sum átti hugskotið til navnið ”Ráðið fyri Ferðslutrygd”. Hann var undangongumaðurin við at fáa okkum nullhugsjónina inn í arbeiðsetningin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Í dag er hetta ein púra náttúrligur partur av ferðslutrygdararbeiðinum og beinleiðis ásett í ferðslulógini.

Hann var næstformaður í starvsnevndini frá 1976 til 1993 og síðani formaður fram til 2004, tá hann legði frá sær. Tá varð avgjørt at gera hann til heiðurslim sum viðurkenning fyri stórt og gott avrik. Ein tign, sum hann var serliga glaður fyri.

Mær untist at hitta Petur Jacob nakrar ferðir. Fyrstu ferð til móttøkuna í sambandi við at eg tók við sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í 2018. Tá tók hann orðið, sum hann so mangan gjørdi, og tað var greitt at hetta var ein maður, sum brendi fyri ferðslutrygdarhugsjónini. Hann sat millum luttakararnar á nærum hvørjum ársfundi og hevði altíð eitthvørt uppá hjartað.

Tá Petur Jacob fyri fáum árum síðani arbeiddi við einum bókaverki við endurminningum, var hann inni á gólvinum. Hann ynskti at finna gamlar myndir frá fyrstu árunum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og tá fekk eg eitt innlit í hesa tíðina. Tey fyrstu fetini á leiðini í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hvussu arbeitt varð og tey fólk, sum vóru partur av stovninum hesa tíðina. Jú nógv er broytt hesi árini og Petur Jacob eigur sanniliga sín lut í hesum.

Nú er røddin tagnað og eftir liva minnini. Hvíl í friði, góði Petur Jacob.

 

 

Vegna Ráðið fyri Ferðslutrygd

Lovisa P. Glerfoss, stjóri

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Karl: Tað er lív í býnum
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…
Útróðurin í dag
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi
Tussj: Vit skulu víðari frá undankapping…
Stórt mannfall í KÍ frá byrjan
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Torradagar aftur á skrá
Búskapur í øllum: Hvør er meira verdur?…
Nakkur 3.500 pund
Ester Mikkelsen 70 ára føðingardag
KS: Tænastudeildin fær nýggjan leiðara
Heidi Sevdal til KÍ
Fólka­flokku­rin riggar til val?
Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámil…