Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skjøtil settur á almenna nýtslu av vitlíki

SKRIVAÐ: Fíggjarmálaráðið  |  07.10.2025 - 09:54 Tíðindaskriv

Vitlíki hevur longu stóra ávirkan á okkara samtíð og fær enn størri týdning í framtíðini. Nú er avgjørt, hvør skal loysa uppgávuna at gera fyrireikandi arbeiði til heildarætlan um vitlíki. Eftir almenna útboðið hevur Gjaldstovan valt Flowcore, við Vitlíkisstovuni sum undirveitara, at standa fyri arbeiðinum. 

 

Við hesum setur Landsstýrið ferð á menningina og nýtsluni av vitlíki. Tað er neyðugt at kanna, hvussu vit gera bestu íløgurnar í tøkni, sum kunnu verða við at loysa stóru haldførisavbjóðingarnar. Samstundis skal tryggjast, at vitlíki verður brúkt á ábyrgdarfullan hátt, við greiðum atlit at dátuvernd og etikk - og við tí fyri eyga at styrkja føroyska búskapin við nýskapan og vinnuligum møguleikum. 

Heildarætlanin skal seta út í kortið, hvussu vitlíki kann brúkast til gagns fyri borgarar, vinnu og samfelagið sum heild. Hon skal: 

  • orða eina visión fyri almennu nýtsluna av vitlíki 
  • savna íkast frá stovnum og áhugapørtum í Føroyum  fáa íblástur úr grannalondum 
  • enda við eini skrivligari frágreiðing við visión og tilmælum 

Tað er einki sjálvsagt, at eitt lítið land sum okkara setur sær høg tøknilig mál. Vit vísa ferð eftir ferð, at vit megna tað. Eitt nú við Talgildu Føroyum, sum seinastu 10 árini hava ment loysnir, ið tæna øllum samfelagnum. Hetta hevur lagt lunnar undir eitt framkomið og talgilt samfelag – og við vitlíki taka vit nú næsta stig. 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: 

“Vit skulu gera íløgur í vitlíki, tí vit vilja tryggja, at Føroyar fáa lut í teimum møguleikum, sum tøknin gevur – men hetta skal gerast við ábyrgd og øllum neyðugum fyrilitum. 

Tað snýr seg fyrst og fremst um at gera tað lættari hjá fólki og vinnu og betri fyri samfelagið. Við eini heildarætlan skulu vit kanna, hvussu vit brúka orku og pengar skilabest og tryggja haldgóða vælferð í framtíðini, har vit fáa betri tíð til tær uppgávur, sum krevja umsorgan, nærveru og fakligan serkunnleika.” 
 
 
Um vitlíki

Vitlíki er tøkni, ið kann læra og loysa trupulleikar á líka sum menniskju. Tað kann t.d. brúkast til at gera arbeiðsgongdir skilabetri, fáa skynsamari nýtslu av dátum – og soleiðis hjálpa til at loysa haldførisavbjóðingar í samfelagnum. 

Málsøkið liggur hjá Fíggjarmálaráðnum 

Vitlíki er saman við Talgildu Føroyum staðsett á Gjaldstovuni. 

Talgildu Føroyar vórðu settar á stovn í 2015 við eini heildarætlan fyri alt samfelagið. Heildarætlan um vitlíki verður nú ein nýggjur hornasteinur í menningini. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­liðsvenja­rin til kaffiprát í Tingan…
Brekumboðið farið til verka
Myndaframsýning í Svínoy
Dagføring: Vit hava fingið blóð og vembu…
Zarepta 60 ár – hvussu byrjaði hetta stó…
Pisshúsið órógvar Kalsoyar­leiðina
Fíggjar­lógin er ikki “bara tøl”
Endurtekur søgan seg ?
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Miriam Havarsá vitjar Norðlýsið
Landafrøði á litríkum plansjum
Skjøtil settur á almenna nýtslu av vitlí…
Fyrilestur um sexualitet og undirlívskra…
Klakkur inni við 130 tonsum
Aftur hálvt stig
Arnbjørn Danielsen verður nýggjur høvuðs…
Kom og stuðla tiltaki­num "Saman um krabb…
Jens Marni á Heystglóð
Morgunsangur og skrúvugudstæntasta í Chr…
Ellinor við nýggjari heimasíðu