Lýsing
Lýsing
Lýsing
Maria Olsen, forkvinna í Pensjónistafelagnum Hugna | Mynd: egin mynd á facebook

Leiðslan í Klaksvíkar kommunu biði um umbering

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.10.2025 - 09:59 Politikkur Tíðindi

Sum leiðsla taka vit ábyrgd av teimum sera óhepnu signalum frá Klaksvíkar kommunu, sum henda viðgerð hevur ført við sær, og biðja vit um umbering fyri hetta, skrivar Klaksvíkar kommuna til pensjónistafelagið Hugna týsdagin 3. oktober.

 

Á fundi hjá Pensjónistafelagnum Hugni tann 30. september sendi nevndin eitt mótmælisskriv til Klaksvíkar kommunu, har víst varð á aldursmismun hjá Klaksvíkar kommunu í samband við mál um reglugerð fyri fráferð fyri aldur, sum varð lagt fyri býráðið á seinasta býráðsfundi. 

Týsdagin 3. oktober svarar Klaksvíkar kommuna aftur til okkum og hetta fegnast vit um, sigur Maria Olsen, forkvinna í pensjónistafelagnum Hugna við Norðlýsið. 

 

Skrivið frá Klaksvíkar kommunu, sum er undirskrivað av bæði Karl H. Johansen borgarstjóra og John Færø, virkandi kommunustjóra, til pensjónistafelagið sæst niðanfyri:

 

Víst verður til mótmælisskriv tykkara, sum eitt nú er lagt út á nordlysid.fo í gjár, 2. oktober 2025, har tit mótmæla ta broyting av reglugerðini fyri fráferð fyri aldur, sum býráðið viðgjørdi á býráðsfundi í farnu viku.

Lat tað beinanvegin verða sagt, at vit sum leiðsla fyri Klaksvíkar kommunu hava størstu virðing fyri øllum starvsfólkum okkara, bæði yngri og ikki minst eldri, royndum starvsfókum, sum bæði eru dugnalig og hava stórt virði fyri sín arbeiðsgevara og hollar royndir og vitan at geva av. Vit harmast um ta neiligu umrøðu, sum hetta mál hevur elvt til í almenna rúminum, og at starvsfólk kenna seg stoytt av óhepnum orðingum í hesum sambandi.

Sum leiðsla taka vit ábyrgd av teimum sera óhepnu signalum frá Klaksvíkar kommunu, sum henda viðgerð hevur ført við sær, og biðja vit um umbering fyri hetta.

Samstundis skulu vit undirstrika, at hetta málið varð lagt fyri býráðið við júst tí øvugta endamálinum, nevniliga at skapa eina trygga tilgongd í sambandi við starvsviðurskiftini hjá aldrandi starvsfólkum.

Sum kunnugt varð úrslitið av viðgerð býráðsins av málinum, at tað – einmælt – varð beint aftur í umsitingina at tillaga og leggja fyri aftur.

Nú málið aftur liggur í umsitingini, skulu vit boða frá, at vit sum leiðsla fara at gera okkum ómak við víðari viðgerðini av málinum – hetta fyri at tryggja starvsfólkum okkara tryggar og væl skipaðar tilgongdir – og verður víðari tilgongdin í hesum máli at fara fram í fullum opinleika við allar viðkomandi partar.

 

Vinaliga

 

Karl H. Johansen                John Færø

Borgarstjóri                         Virkandi kommunustjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kvøldskúlin bjóðar sjónleikaraskeið fyri…
Mjølnir móti Ternuni í kvøld
Hans Michael vitjar Norðlýsið
Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina…
Nýggj talgild skipan fyri marknaeftirlit…
Friðarrørslan Føroyingar fyri friði er s…
Leiðslan í Klaksvíkar kommunu biði um um…
Núverandi og komandi heimsstjørnur á Djú…
September 2025 – Lýggjur og slavin – men…
Byggingin av frystitrolara­num, sum Mest…
Lands­liðsvenja­rin til kaffiprát í Tingan…
Brekumboðið farið til verka
Myndaframsýning í Svínoy
Dagføring: Vit hava fingið blóð og vembu…
Zarepta 60 ár – hvussu byrjaði hetta stó…
Pisshúsið órógvar Kalsoyar­leiðina
Fíggjar­lógin er ikki “bara tøl”
Endurtekur søgan seg ?
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Miriam Havarsá vitjar Norðlýsið