Lýsing
Lýsing
Lýsing
Úr býráðsskránni seinast kundi ein lesa: Gamla pisshúsið í Klaksvíksgarðinum hevur ikki verið í nýtslu seinastu tíðina og er í sera ringum standi. Ísv. at Teistin skal leggja at í Klaksvíksgarðinum í eitt tíðarskeið, er ynski um at taka gamla pisshúsið burtur fyri at gera betri pláss til bilrøðir. Fyrisitingin hevur fyrr umrøtt møguleikan at gera pisshúsið í stand, men áheitan frá verkfrøðingi, sum kannaði møguleikan, var at ríva bygningin niður. Ferðslusamskiparin hevur gjørt tvey uppskot til skipan av parkering og bíðirøðir til Teistan, og í báðum uppskotum er pisshúsið til ampa. Kostnaðarmetingin fyri at taka bygningin niður og slætta er um 25.000 kr. | Mynd: Jóhann Lützen

Pisshúsið órógvar Kalsoyarleiðina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.10.2025 - 14:06 Politikkur Tíðindi

Í løtuni ber ikki til at siga, nær havnaviðurskiftini koma endaliga í rættlag. Avgerð má fyrst takast um, hvørt ferjulegan í framtíðini skal vera á Stongunum ella á Stóru Kai, sigur Jóhan Christiansen samferðslumálaráðharri í skrivligum svari til fyrispurning frá Beini Johannesen

 

Pisshúsið er nú komið í løgtingið.

Hóast umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu mælti til at taka pisshúsið niður, so samtykti Klaksvíkar býráð á seinasta býráðsfundi, at pisshúsið í Klaksvíksgarðinum skuldi "varðveitast og setast í nýtiligan stand".

At pisshúsið soleiðs bæði skal varðveitast og setast í nýtiligan stand órógvar nú Kalsoyarleiðina, tí ætlanin hjá umsitingini var at taka pisshúsið burtur fyri at gera betri pláss til bilrøðir í samband við at Teistin skal leggja at í Klaksvíksgarðinum í eitt tíðarskeið meðan ferjulegan á Stongunum verður klárgjørd. 

Beinir Johannesen spyr í hesum døgum Jóhan Christiansen, samferðslumálaráðharra um Kalsoyarleiðina. Beinir fregnast eftr nær arbeiði byrjar í Klaksvík, hví arbeiðið ikki er sett í gongd, og hvussu umfatandi tað í veruleikanum er.

Og samferðslumálaráðharrin svarar orðarætt í gjár at: Í løtuni ber ikki til at siga, nær havnaviðurskiftini koma endaliga í rættlag. Avgerð má fyrst takast um, hvørt ferjulegan í framtíðini skal vera á Stongunum ella á Stóru Kai. 

 

Alt svarið hjá samferðslumálaráðharranum sæst her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála