Lýsing
Lýsing
Lýsing
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu báðir remis móti Finnlandi í dag. Báðir høvdu eitt skifti greiðan fyrimun.

Finnland var ov sterkt

SKRIVAÐ: faroechess.com  |  09.10.2025 - 06:58 Ítrottur Tíðindi

Føroyska talvlandsliðið tapti í dag 3-1 fyri Finnlandi í fjórða umfari í EM-stevnuni í Georgia. Brøðurnir Høgni og Rógvi telvaðu báðir remis við hvíta fólkinum, men vóru teir eitt sindur stinnari, vunnu báðir. 

 

Finnland var favorittur at vinna dystin. Á øllum borðum høvdu teir altjóða meistarar við hægri styrkitølum enn okkara mótstøðumenn. 3-1 til Finnland kemur tí ikki av ongum, kortini kunnu vit harmast, at byrurin ikki var okkum blíðari. 

Høgni fekk hættisligt álop á finska kongin, men misti tráðin, tá ið á stóð, kanska var ov knøpp tíð at finna avgerandi álopsleikirnar. Ein av ónollunum hjá føroysku telvarunum er, at teir hugsa ov leingi um hvønn einstakan leik, og enda tí aloftast í svárari tíðarneyð. Tað kemur ofta aftur um brekkur.

Rógvi kom væl frá sínum talvi og hevði vunnið rókaendatalv, men tíverri var hann ikki nóg neyvur - knappa tíðin órógvaði helst eisini - og so endaði tað heldur snópisliga við remis.

Luitjen og Martin taptu. Luitjen misti tíðliga eina finnu, sum einki endurgjald fekst fyri, og so var mótbrekka. Martin spældi hollendskan Stonewall við svørtum, eina løtu var líkt til, at hann stóð væl, men finnlendingurin var kringari í miðtalvinum, og tá kom vend í.

Sum heild var føroyska avrikið aftur í linara lagi í dag. Botnstøðið tykist vera heldur lágt, og neyvleikin svíkur ov ofta. 

Føroyar - Finnland 1 - 3
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - IM Toivu Keinanen 2503 ½ - ½
Luitjen A. Apol 2318 - IM Vilka Sipila 2487 0 - 1
Rógvi Egilstoft 2304 - IM Dmitry Sklarov 2428 ½ - ½
Martin Poulsen 2276 - IM Tapani Sammalvou 2376 0 - 1

 


Lykladystur í morgin


Føroyar og Skotland eru nú aftast í kappingini við ongum dystarstigi. Vit hava tó munin í borðstigum. Og tað verður nettupp Skotlandi, sum vit møta í morgin.


Øllum man vera greitt, hvønn týdning hesin dystur hevur. Vit eru styrkismettir fremri, men munurin er ikki størri enn so, enn at vit kunnu eisini tapa fyri teimum.


Dysturin byrjar á middegi.


Serbia vann í dag toppdystin móti Grikkalandi og er tí einsamalt á odda við fullum stigatali. Toppdysturin í morgin verður millum Serbia og Ukraina. Serbia hevur átta stig, Ukraina sjey. Síðani eru sjey lond jøvn á triðja plássi við seks stigum, tey eru Grikkaland, Holland, Aserbadsjan, Frakland, Spania, Ongland og Slovenia.


Eftir dystirnar í sætta umfari leygardagin er frídagur sunnudagin. Kappingin endar 14. oktober.
 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis