Lýsing
Lýsing
Lýsing
Steffan Rosenlund smasjar ein bólt í gólvið | Mynd: Mjølnir

Mjølnir vann 3-0 móti Ternuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.10.2025 - 09:16 Ítrottur Tíðindi

Tað var hugaligt at síggja at venjarin brúkti allan hópin

 

Mjølnir 3 - 0 Ternan. Settúrslit: 25/20, 25/10, 25/12

 

Mjølnir vóru favorittar at vinna dystin og tann leiklutin svíktu teir ikki. Talan gjørdist um ein sannførandi 3-0 sigur.

Hesaferð hevði venjarin Bárður Bendix Mikkelsen valt at geva ungu leikarunum á Mjølnir liðnum nógva spælitíð og teir smæddust ikki burtur. Hópurin telur 12 mans og tá einans 6 sleppa á vøllin í senn, so er tað ein kunstur hjá venjaranum, at halda øllum leikrunum til. 

Brøðurnir Josiah og Micah Lukama, sum leika ávíkavist miðja og hevari, royndust væl. Micah hevur ta torføru uppgávu, at hann skal taka arvin upp eftir livandi Mjølnir legenduna Thorvald Danielsen, tá hann einaferð gevst.

Ólavur Johannesen fekk eisini fitt av spælitíð og tað hevur hann brúk fyri. Ólavur var kosin ársins ungi leikari fyri nøkrum árum síðan, men skaði hevur síðani darva hansara menning. Ólavur er eitt sera gott kort hjá Bárður at hava í ermuni. 

Síðani var tað gott eisini at síggja rutineraða Páll Heðin í Grund, blokka og sláa bóltarnar niður á miðjuni. Páll var burturfrá í fjør, men hevur tikið flogbóltsskógvarnar á aftur í ár. 

 

Stigatalva í Polestar deildini. Mynd fbf.fo
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…