Lýsing
Lýsing
Lýsing

Maria Nicolajsen 100 ár

SKRIVAÐ: Grækaris Djurhuus Magnussen  |  11.10.2025 - 11:59 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Sunnudagin 12. oktober fyllir Maria Nicolajsen 100 ár. Hon hevur seinnu árini búð á Grønanesi í Vestmanna.

 

 

Maria, ella Gumma í Vestmanna, sum vit systkin úr Hvalvík plaga at kalla hana, varð borin í heim 12. oktober 1925. Hon vaks upp saman við foreldrum og systrum í Hvalvík, beint yvir av Gamla skúla, har Jógvan við Ánna var 1. lærari. So tað var stutt í skúla, ein hálvan minutt ella har á leið. Ikki tí, í Hvalvík var alt stutt at fara hjá Mariu, tí hon hevur altíð verið løtt, kvik, ja, og skemtilig.

 

Tær vóru sjey systrar, Álga, Gertrud, Herdis, Selinda, Helga, Maria og Ruth. Í dag eru bara Maria og Ruth eftir á lívi.

 

Foreldur teirra vóru Grækaris og Elisabet (Betti) Djurhuus, hann var ættaður úr Hósvík, og hon var ættað úr Hvalvík.

 

Maria og systrarnar vuksu upp í einum arbeiðara- og fiskimannaheimi. Eingin yvirflóð av nøkrum, men tær fóru ongantíð svangar í song, plagdu tær at leggja dent á.

 

Pápin, Grækaris, sigldi í mong ár við slupp, fyri tað mesta sum bestimaður. Hann arbeiddi eisini í mong ár sum kyndari á Hvalastøðini við Áir. Og tað hevði sínar fyrimunir. Eg minnist Mariu gummu, mammu mína og aðrar systrar teirra sita við langtandi og kærleiksfullum eygum, tá tær mintust mangan góðan døgurða við “áargrind”, sum tær nevndu stórhvalatvøst frá Áunum.

 

Feitu áargrindina ótu tey við eplum, og eftir kríggið høvdu tey eisini HP-sós afturvið. HP-sósina, sum eingilskmenn tóku við sær til Føroya. Soltnu áargrindina (stórhvalatvøstið) gjørdu tey til leskiligar búffar.

 

- Vit áttu upp í tunnur av áargrind, plagdu tær at siga, systrarnar.

 

Saman við áargrind var sildin nógv borðreidd í heimi teirra í Hvalvík. Nýfiskað sild, veidd við sildagørnum, varð steikt á pannuni og koyrd í munnin við beinum og tí heila. Tey kókaðu eisini sild, men tá hevði hon ligið í salti í tveir dagar. Og so var tað lakasildin, sum tey høvdu upp á heimabakað breyð.

 

Eg nevni hetta við matinum, tí hann fylti nógv í minni teirra, tá Maria og systrarnar vitjaðu í Hvalvík, tá eg var smádrongur. Og tað hendi meira enn so, at stórhvalur varð tikin upp á Hvalastøðini við Áir ta tíðina, og tað dámdu teimum. Vit settu eisini sildagørn í mínum uppvøkstri, so tað endur upplivdu tær eisini frálíku summardagarnar.

 

Foreldrini í Hvalvík høvdu telefonstøðina í nógv ár, og tað var so eisini ein ávís inntøkukelda hjá familuni. Men stórvegis inntøka var ongantíð. Maria og yngsta systurin, Ruth, plagdu at hjálpa mammuni á telefonstøðini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…