Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar standa uttanfyri!

SKRIVAÐ: Bárður á Steig Nielsen  |  11.10.2025 - 17:16 Politikkur Tíðindaskriv

Verjusemja er nú gjørd, har landsstýrið ikki vil luttaka

 

Ítøkiliga er m.a. avtalað, at ein sjókaðal verður lagdur millum Danmark og Grønland, og nú skal samráðast nærri við Føroya Landsstýrið um at knýta føroyska fjarskiftiskervið uppí.

Hava vit ráð at bíða, hava vit ráð at standa uttanfyri ??

 

Landsstýrið vil bíða og samráðast nærri, hini taka avgerðir. Alt ímeðan Geo-politikkurin er glóðheitur, og londini kring okkum eru á skundfundum nærum dagliga, har avtalur verða gjørdar um hvussu tað sum skjótast kann koma til at styrkja um verjustøðuna hjá einstøku londunum. Men Føroya Landsstýrið skal bíða og samráðast nærri

 

Føroyar liggja mitt í meldrinum, og tí er altavgerandi at vit luttaka í mest møguligan mun, har avgerðirnar verða tiknar.

 

Fleiri verjusemjur eru gjørdar millum Føroyar, Grønland og Danmark, har stórar upphæddir eru raðfestar til grønlendsku og donsku trygdina, ímeðan tað bert var ein viðfáningur settur av til Føroyar.

 

Vit hava áður fingið staðfest, at undanfarni, landsstýrismaður í uttanríkismálum noktaði at seta seg við borðið, og tað tykist sum um at eisini núverandi landsstýriskvinna við uttanríkismálum velur sama leist, og noktar, at vera við til at avgera hvørjar íløgur kunnu gerast í trygd og verju í Føroyum. Íløgur í trygdina hjá Føroyum og føroyingum.

 

Hetta er eitt alt ov týdningarmikið mál, at brúka tjóðarpolitiskt. Heldur eiga vit at standa saman um hetta, og tryggja samfelagið enn meira. Vit kunnu ikki standa uttanfyri.

 

Bárður á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…