Lýsing
Lýsing
Lýsing
Standandi frá vinstru: Ólavur Johannesen, Steffan Rosenlund, Johan Arni Elisson Wang, Bárður Bendix Mikelsen (venjari), Páll Heðin í Grund, Ævarr Freyr Birgisson, Símun Hoydal Poulsen. Sitandi frá vinstru: Philip James Freere, Micah Lukama, Filip Ilic, Thorvald Danielsen, Vuk Ilic, Josiah Lukama | Mynd: Mjølnir

Mjølnir hevði munin á ÍF í oddadystinum

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  11.10.2025 - 19:50 Ítrottur Tíðindi

Dysturin í dag var sera vælleiktur, har tað serliga var Filip Ilic, sum var eyðsýndur fyri Mjølnir. Fyri ÍF var tað gamla kempan Bjarni Larsen, sum nú leikar sum libero, sum var mest eyðsýndur

 


Polestar-deildin:
ÍF-Mjølnir 1-3 (22-25, 25-20, 22-25, 20-25)

Oddadysturin í dag ímillum ÍF og Mjølnir var sera spennandi og væl leiktur. Mjølnir dró longra stráið, men dysturin, sum varð merktur av nógvum sera longum og vælleiktum duellum, kundi farið báðar vegir. Breiðari hópurin hjá Mjølni gjørdi helst útslagið, við tað at Mjølnir hevði fleiri álopsstreingir at leika við.

Í fyrsta setti vóru ongantíð meira enn trý stig á muni ímillum liðini, men Mjølnir var frammanfyri alt settið.

Í øðrum setti legði Mjølnir seg væl framum, men við støðuna 8-3 til Mjølnir mátti Philip Frere út við skaða. ÍF gjørdi sær dælt av hesum og fekk Mjølnir aftur við støðuna 16-16 og vann settið 25-20.  

Í triðja settið legði Mjølnir seg aftur framum tíðliga í settinum. Støðan var 10-3 til Mjølnir, áðrenn ÍF raknaði við og kom upp á 16-18 og 19-21, men teir komu ongantíð nærri, tí Mjølnir vann settið 25-22.

Í fjórða settinum komu fuglfirðingar í góða støðu, tá teir fóru framum 15-12, men leiðslan hvarv sum døgg fyri sól, tá Mjølnir vann sjey stig á rað og fór framum 19-15 og vann settið 25-20.

Dysturin í dag var sera vælleiktur, har tað serliga var Filip Ilic, sum var eyðsýndur fyri Mjølnir. Fyri ÍF var tað gamla kempan Bjarni Larsen, sum nú leikar sum libero, sum var mest eyðsýndur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…