Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
KÍ-kvinnurnar lyfta FM-steypið hátt eftir at hava vunnið endaspælið í Ovara bólkinum. Um knappar tvær vikur fara menninir at gera tað sama, og so er lagt í pottin til eina ómetaliga spennandi finalu seinast í mánaðinum | Mynd: Oliver Joensen

Tá sigurin málið er

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.10.2025 - 11:35 Ítrottur Tíðindi

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur gjørt tað aftur. Flaggskipini í bestu deildini hjá bæði kvinnum og monnum hava vunnið føroyameistaraheitið. Menninir tryggjaðu sær tað longu fyrst í oktober, meðan hjá kvinnunum var spenningur til seinasta umfarið. Sjálvi avrikini eru venjarunum og leikarunum fyri at takka, men vit eiga heldur ikki at gloyma restina av KÍ-maskinarínum, sum hevur verið væl smurt í alt ár

 

 

Kappingarárið hjá monnunum byrjaði væl, men leingi, faktiskt allan fyrsta triðingin av kappingini, lógu teir stavn um stavn við NSÍ, líka til seinastu styrkiroyndina í fyrsta triðingi. Tá vórðu bukkarnir skildir frá fárunum, og tey ungu nýttu orðið ”cruise control” um tíðarskeiðið eftir tað. Móti endanum hómaðist ein ávísur metalltroyttleiki, men veruligur vandi var ongantíð á ferð. Nú nýtast leikararnir ikki at stressa um tvey tey seinastu umførini, tí trýstið er lætnað munandi, men áskoðararnir vænta sær sjálvsagt tveir undirhaldandi og góðar dystir, har teir bláu skulu vísa tvørámonnum og runavíkingum, hvar Dávur keypti ølið.

 

Tríggir KÍ fjepparar fegnast í Sørvági, tá KÍ vann FM á Dungasandi 3. oktober, Mynd Oliver Joensen

 

Dystarskipanin hjá kvinnunum er rættiliga nógv øðrvísi, har tær eru skildar sundur í eitt slag av ”superliga”-ovara bólk og ein lægri styrkisbólk, og har var suveréna KÍ sjálvsagt flokkað í tann fyrsta. Ymiskar meiningar eru sjálvsagt um skipanina, og tað skal ikki skilja okkum – vit kunnu í øllum førum staðfesta, at leisturin gjørdi, at KÍ-kvinnurnar møttu sterkari mótstøðu í ár, og tað er sanniliga eisini gott, hóast tað ikki altíð gevur líka mong stig á kontuna. At verða brýndar móti javnlíkum ger KÍ-kvinnurnar sterkari, enn um flestu dystirnir vóru avgreiðsluspurningar, alt annað líka.

Allan Drost og Magnus Powell hava víst seg at vera plettskot sum venjarar. KÍ má sigast at hava ein luksustrupulleika, tá leikarar og serliga venjarar hava møtt kritikki í ár hóast megnaravrikini. Vit eru so at siga vorðin so ”forvand” við framúr góð úrslit, at vit viðhaldsfólk nærmast eru farin at uppfata javnleikir sum niðurløg. Og vit síggja, at tað smittar av upp á hini feløgini, tí bæði leikarar og viðhaldsfólk síggja tað sum stórsigrar, tá teimum eydnast at fáa eitt einstakt stig móti KÍ.

Nevnd og leiðsla í KÍ eigur eisini stórt rós uppiborið. Tey fáa kanska ikki altíð ta stóru og hálovandi umrøðuna, sum tey hava uppiborið, men tey uppsøkja hana heldur ikki. Lítillátin eru tey og gera ongan háva úr sær sjálvum, men tey skulu vita, at tey hava ómetaliga nógv at siga fyri okkum, sum halda við KÍ. Tað fer sum ein ylur gjøgnum kroppin í køldu vetrarmánaðunum, tá onkur rópar ”Ljós á loftinum í KÍ-Høllini!”, og væntanirnar fara í topp. Tí vit vita, at bæði nevnd og leiðsla hevur framúr gott skil fyri fótbóltstalentum, og at í verandi hondum er KÍ í góðum hondum.

 

Nevndin hjá KÍ hevur stórt rós uppiborið

 

Allar súður eru tó ikki syftar enn, og her hugsa vit um mannfólkasíðuna. Teir báðir landskappingardystirnir, ið eftir eru, verða helst góðir sýnisgluggar, og væntandi fáa nakrir av teimum minni royndu spælarunum høvi at vísa áskoðarunum, hvørjum teir eru gjørdir úr. Tað er í øllum førum upplagt, at ikki minst landsliðsleikararnir fáa eina kærkomna hvíld, samstundis sum teir ungu verða hildnir til.

Men enn er tann heilt stóra finalan við mánaðarlok eftir. Tað eru 26 (!) – skrivað seks og tjúgu – ár síðani, at besta mansdeildin hjá KÍ vann greipuna, t.e. bæði FM og løgmannssteypið sama ár. Har er ein óskrivaður konsensus um, at ”Í ár skal tað verða!”, og tí má roknast við, at Klaksvíkin verður manntóm um nátturðaleitið alla halganna aftan fyri síðani vónandi at fyllast við rómi, tá náttin stundar til.

Tað verða nógvir sigrar at fegnast um á KÍ veitsluni leygarkvøldi 8. november í Badmintonhøllini. 

Koyr á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sangkórið luttekur í Betesda sunnukvøldi…
Tá sigurin málið er
Til okkara verkstað í Klaksvík leita vit…
Gimmi prestvígdur í Glyvra kirkju 22. ok…
Kristian Suni fyri áttandu ferð
KÍ kvinnur­nar vunnu í dag 24. FM heitið
Mjølnir hevði munin á ÍF í oddadystinum
Innistova og Útistova í Vági
Føroyar standa uttanfyri!
Útgávu­konsertir og bókaútgáva, Stanley S…
- Pelagos er ein dreymur
Nýggi fjarskiftiskaðalin er ein haldgóð…
Hjarta­felagi: Nevndin hevur skipað seg
Hanus G. Johansen er farin
Forkunnug myndaframsýning í Svínoy
Haldor Holm Cup í gongd
Maria Nicolajsen 100 ár
Hvanngarðu­rin komin heim
Útbyggja Baldursbrá
Í dag kunnu KÍ-kvinnur­nar vinna FM
Lýsing