Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Sansið, nertið og følið lívið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.10.2025 - 09:45 Mentan Myndarøð Tíðindi

segði Signhild V. Johannesen, mentanarnevndarforkvinna millum annað í røðu síni, tá hon setti Heystglóð leygardagin. Vit prenta røðuna niðanfyri.

 

 

Góðan dagin, øll somul

 

Virkið Heyst er júst farið aftur um bak, og í dag bjóða vit vælkomin til Heystglóð. Bæði hesi tiltøkini minna okkum á týdningin av at gera nakað í felag.

Lívið er sum árstíðirnar, vit vára, vit blomstra, vit heysta og vit følna. Hetta er púra nátúrligt, men kortini kunnu árstíðirnar taka okkum av bóli, kensluliga. Tí gleðist eg um, at tað er semja í býráðnum um, at vit eiga at raðfesta átøk, sum styrkja um okkara sálarligu heilsu.

Alt lívið fyrireika vit okkum til at heysta. Vit samla saman í løður, vit brynja okkum til vetur, til verri tíðir, til ellisárini og onkursvegna eisini til, at fara foldum frá.

Í allari hesari fyrireiking,  mugu vit ikki gloyma løtuna, at vit eisini mugu steðga á og njóta dagin og árstíðina.

Fjøllini eru gingin, fletting, slakt og upptøka av tilfeinginum seta dágsskránna hesar dagarnar. Fólk koma saman á fjalli, í flettingarrúminum og um bóndans borð, alt ímeðan heysti og myrkri sýgur seg niður og rundan um okkum.

Vøkru heystarkvøldini, har kuldin følist, stjørnurnar síggjast og mánin dandar so fagurliga á Boroyðarvík, eru, um vit loyva okkum at sansa tað, eitt satt upplivilsi, sum gevur okkum frið og takksemi í sálina.

Tíbetur hava vit menniskju ikki ræði á náttúruni. Tað hevði ikki verið gott fyri okkum, um tað bara var ein árstíð, tí vit eru, meira ella minni, skapa til allar fýra árstíðirnar. Árstíðirnar eru sum lívið - barn, ung, vaksin og eldri.

Vónin birtis um várið, vit frøðast og síggja fram til summari.

Á summri er onki óført, vit gloyma tíð og stað, vit sveima frá fjals til fjørðu og reyðu kjálkarnir saman við frøknum bera boð um, at eisini her í Føroyum gevur Skaparin okkum eydnusemi.

Um heystið gera vit upp við okkum sjálvi og náttúruna, vit rudda av og takka fyri grøði.

Um veturin traðka vit eitt fet aftur og trívast best innan veggja. Veturin gevur eisini pláss fyri einsemi og tí eiga vit at síggja og geva teimum, sum ikki hava nakran at deila myrku løturnar við, ein møguleika, eitt smíl, ein drekkamunn  ella okkurt líknandi, hetta kann geva meira enn vit ána.

Heystglóð minnir okkum á, áhaldandi at verða vakin og livandi, hetta so glóðin vit geva víðari til komandi ættarlið, aldrig sløknar.

Sansið, nertið og følið lívið, eftir tí sum árstíðin hevur at bjóðað.

 

Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav

Av bøi og av fjalli,

Og alt, sum ført varð yvir hav,

Og tað, sum er í hjalli.

 

Ynski tykkum eitt gott heyst og ein menniskjaligan vetur við umsorgan og kærleika.

Ver virkin, ver saman og ver hugbundin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…