Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elding Business yvirtekur Arctic Import í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.10.2025 - 16:15 Tíðindi Vinna

Vit eru fegin um at kunngera, at Elding Business yvirtekur Arctic Import í Føroyum. Við keypinum av Arctic Import kemur Elding Business at føra víðari ta vitan, dygdargóðu tænastu og góða vøruúrval, sum Arctic Import hevur havt á føroyska marknaðinum. Vit síggja fram til at sameina royndir og orku til at skapa enn størri virði fyri viðskiftafólk og samstarvsfelagar.

 

Arctic Import Sp/f hevur verið partur av danska samtakinum Arctic Import AS, sum hevur stórt handilsvirksemi serliga í Grønlandi. Síðstu 25 árini hevur Arctic Import AS eisini havt týðandi handilsvirksemi í Føroyum, bæði innan non-food og food partin.

Thomas Hjort, samtaksstjóri í Arctic Import AS í Danmark, sigur, at avgerðin at selja hevur verið torfør, men hann metir, at Elding Business er tann rætti keyparin bæði fyri starvsfólk og viðskiftafólk hjá Arctic Import Sp/f. Valið av Elding Business sum keypara kemst serliga av, at virðisgrundarlagið hjá báðum fyritøkunum er tað sama, sum er at veita dygdargóða tænastu og vørur til vinnukundar í Føroyum. Umframt at Elding Business hevur greiðar vakstrarætlanir í Føroyum, bæði á partinum hjá Arctic Import og hjá Elding Business.

Levi Winther, virkisstjóri í Elding Business, sigur, at keypið er ein spennandi liður í víðkanini av vøruúrvalinum hjá bæði Elding Business og Arctic Import Sp/f. Harumframt sigur Levi Winther: “Vit síggja fram til at samarbeiða við vælumtóktu veitarunum og royndu starvsfólkunum í Arctic Import við at framhaldandi veita eina góða tænastu til viðskiftafólk okkara. Somuleiðis fer hetta at økja alsamt um valmøguleikarnar hjá okkara viðskiftafólkum, tá talan er um fleiri dygdarvørur, sum vit kunnu veita í framtíðini.

Arctic Import Sp/f kemur fyrstu tíðina at halda fram sum áður við sama navni og starvsfólkum, tó í tøttum samstarvi við Elding Business.

Viðmerkjast skal at endaliga avtalan um keypið er treytað av góðkenning frá Kappingareftirlitinum.

Í sambandi við keypið av Arctic Import Sp/f hava partarnir avgjørt ikki at upplýsa keypsprísin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu