Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Jóanisdóttir

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.10.2025 - 15:15 Tíðindi Veðrið

Gott hátrýstveður í dag og í gjár. Tað fer tað eisini at vera í morgin og stóran part av sunnudegnum.

Sunnukvøldið er hátrýstið farið burtur frá okkum, og eitt lágtrýst við nógvum regni fer at nærkast sunnaneftir.

Veðrið um vikuskiftið:

Enn er eitt lítið lot av útsynningi, minni enn 6 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum norðanfyri er  klárt. Í kvøld veksur hann vindin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Fram ímóti morgni lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og bert okkurt ælið.

Hitin 7 til 10 stig. 

Í morgin fer hann at koma lágt (sunnan), vindferðin minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Um náttina gongur hann eysturum og fer upp í eystan, hálvskýggjað og turt.

Hitin 7 til 11 stig.

Sunnudagin aftur lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið í støðum. Um kvøldið samdrigið, og fram ímóti midnátt fer at regna.

Hitin 8 til 11 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…