Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tórhallur og Sámal vunnu fiskikappingina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.10.2025 - 19:01 Myndarøð Tíðindi

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Dragin skipar fyri, var hildin Í góðveðriðnum í gjár.

 

Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:

Nr. 1: Báturin 'Maria' KG 330 - 953 pund. Manning: Tórhallur Staksá og Sámal Á Tjaldrafløtti. Vinningurin var tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum).

Nr. 2. Báturin 'Eydnufarið' KG 555 - 814 pund. Manning: Jakup Eydnugarð og Finn Baldvinsson. Vinningurin var tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum).

Nr. 3. Báturin 'Dalsenni' KG 18 - 476 pund. Manning: Jóannis Joensen og Rúni Klode. Vinningurin var tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS).

Størsta fiskin fekk Heri Johannesen við bátinum 'Vivian' KG 258. Fiskurin, ið var eni longa, var 114 cm. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS)

Eisini var lutakast millum luttakandi bátarnar, ið ikki vóru millum vinnandi bátarnar. Hetta vann báturin 'Benjamin' KG 660 við Sólarn Isaksen og Marni Isaksen. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr.(Stuðul: JFK/GADUS).

Dragin takkar fyri luttøku og fyri stuðul til vinningar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…