Ein góður fiskitúrur í vikuni sum fór
Vit plaga at vera tríggir, tá vit fara ein snøristúr ella við línu, men í vikuni sum fór, vóru vit bert tveireinir, undirritaði og bróður mín Ásmundur. Hans Hjalti, sum plagar at vera triðji maðurin, var upptikin av sjónleiki hendan hósdagin í farnu viku. Men hjá okkum báðum lá væl fyri, streymurin var góður og veðurforsagnirnar vóru eisini góðar, so vit avgjørdu at royna at seta tvær kalvalínur og so royna við tráðu meðan línan stóð. Tó so, vit ætlaðu eina drift afturat, orsakað tí hóast vit áður ikki høvdu roynt við dorg, so høvdu vit fingið okkum eina slíka við umleið 40 húkum og ætlaðu at royna hana.
Dorgin varð gjørd liðug mikukvøldið, og harafturat bleiv línan egnd hetta kvøldið. Avgjørt var, at vit skuldu møta í neystinum á Kráartanga kl 9 hósmorgunin, tí so fór at vera passandi at seta kalvalínuna út eftir Taravíkstanganum uttanfyri tað grunna á Borðoyarnesi.
Um veiðu eftir kalva, sigur Otto Joensen, sáli so í bók síni Søgusmettan: “Tað verður ofta tosað um kalva, tá menn greiða frá snøristúrum. Hetta er ikki so ógrundað, tí smáfiskaleiðin og kalvaleiðin hava sama botnslag. Tað er á hørðum botni ella upp undir grynnur, har eisini verður roynt við snøri.
Við snøri verður sitið soleiðis, at tað rekur av eini trom. Tá ið tað dýpist, verður slagið ofta betri, og tað kann koma fyri, at tú fært eina spraggu á snøri.
Tað eru ójøvn ár til kalva.
Vit hava roknað kalvatíðina at byrja um hálvan mei ella frá seinast í apríl út á heystið.”
Tað gekk sera skjótt at seta hendan dagin, og tá dreggið seinna varð slept, settu vit ferð á motorin eystureftir. Vit sigldu fram við Íðuni eystur um Syðratanga til vit sóu inn á Árnafjørð og Eysturhøvda undan á Svínoynni, so bleiv ein roynd gjørd við toskadorgini. Men tað gekk ikki væl. Sigldu spakuliga við henni eftir botni, men illa gekst at fáa nakað at taka. Tá vit at enda drógu upp, hekk bert ein lítil hýsa á seinasta húkinum.
Hetta var skuffandi, tí vit høvdu einar 5 tímar, vit skuldu brúka til sjóvarfallið fór at venda, og vit kundu draga kalvalínuna, ið stóð við Borðoyarnesið.
Tó vit høvdu tráðurnar við, men vit væntaðu einki, tá vit báðir lótu pilkarnar søkka á botn. Men lukku tí vit høvdu báðir fiska á við heintað og ikki hissini fisk, tveir stórir toskar komu á borði. Tá vit so koyrdu niður aftur, var sama skilið, og soleiðis bleiv at kalla allan dagin. Við Eystfallinum fóku vit vestureftir og faktiskt var ongin orsøk at sigla upp aftur, tí vit kendu allan vegin um Syðratanga um Íðuna og til vit sóu inn eftir Víkini og húsini á Oyri.
Klokkan var nú farin at nærkast 3 seinnapartin, og vit valdu at sigla til boyðuna at vita, hvussu rakið skikkaði sær. Ásmundur helt, at tað rak somikið lítið at leggjast kundi á, so varð gjørt.
Tað gekk væl at draga við hondspælinum. Men kalva sóu vit ikki. Onki agn kom aftur, men samanlagt mundu einir 8 stórir toskar vera á línuni, tað var alt. So sum Otto segði í bók síni “Tað eru misjøvn kalvaár”
Men, tráðurnar bjargaðu okkum dagin. Helst er hetta størsti fiskidagurin vit hava gjørt, tí vit vóru samdir um at fongurin í rúminum mundi ikki vera minni enn 500 pund.