Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seinasta paradís á jørð hevur vunnið filmsprísin hjá Norðurlandaráðnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.10.2025 - 11:36 Mentan Tíðindi

Seinasta paradís á jørð hevur vunnið filmsprísin hjá Norðurlandaráðnum. Leikstjórin Sakaris Stórá og framleiðarin Jón Hammer 28. oktober skulu sostatt til Svøríkis í Ríksdagin at taka ímóti størsta norðurlendska filmsheiðurinum yvirhøvir.

 

Seinasta paradís á jørð heldur sostatt á við at skriva søgu. Tá filmurin í vár varð frumsýndur í fieiri enn hundra donskum biografum, var tað søguligt fyri ein føroyskan film. Eins og tilnevngin til henda prísin, sum fyrsti føroyski filmur nakrantíð, var søgulig.

Jón Hammer framleiðari, er sera fegin um heiðurin, og vísir á, at hetta er meira enn teir høvdu tora at vóna.

- Vit hava altíð trúð uppá filmin og vita, at hann var serligur. Tí vóru vit sera fegin um innstillingina. Men í og við, at eingin føroyskur filmur hevur verið innstillaður áður, og tí feltið av innstillaðum var so sterkt, væntaðu vit veruliga ikki, at vit høvdu ein møguleika, sigur ovfarni framleiðarin. 

Sakaris Stórá leikstjóri og leikritshøvundur, er somuleiðis ovfarin. 

- Hetta er ótrúliga stuttligt, hvør skuldi trúð, at ein so lítil filmur, um ein so lítillátnan mann, í eini so lítlari bygd í einum so lítlum landi, við eini so lítlari filmsvinnu, kundi vinna ein so stóran prís? Eg eri so takksamur, sigur leikstjórin.

Seinasta Paradís á Jørð verður vístur í Norðurlandahúsinum í kvøld, har heiðurstiltak er fyri øll tey tilnevndu. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðislønin…
Vinn atgongumerki til KÍ veitsluna
Klaksvíkar Sjúkra­hús: SAHVA flutt
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
”Gamal nýggjur” filmur um Føroyar
FM Radio: Allan Drost vitjar Norðlýsið
(ó)Friður á Pallinum!
Magnus Powell hevur flest stig pr. dyst
FM radio: Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Seinasta paradís á jørð hevur vunnið fil…
Mjølnir eigur meira enn triðingin av U-1…
Friður á pallinum: Hvør er Garry/­Roger?
Beinir - Einsamallur á palli
Meistarar­nir snávaðu
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
Hamskift samgonga letur síni tingfólk se…
Vit hava mist ein av teimum stóru
Triði hvør føroyingur fær krabbamein: He…
Tað er stuttligt at læra gjøgnum sang
Atgongumerk­ini ganga undan