Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Fleiri lokalir leggjast afturat KÍ-hópinum í januar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.10.2025 - 18:40 Ítrottur Tíðindi

Magnus Powell var gestur í ''Komið øll við'' í dag.

M.a. var komið inná lokala partin av KÍ, sum er blivin veikari fyri hvørt ár síðani 2015. Sunnudagin spældi eingin lokalur leikari við í 17 minuttir í seinna hálvleiki og fyri nøkrum vikum síðani gavst tann lokali, sum var nærmast at sláa ígjøgnum, Dávid B. Andreasen, sum var ein av leikarunum, sum ikki fekk stórvegis av dystarminuttum hvørki á besta liðnum ella næstbesta liðnum.

Magnus Powell kundi tó geva KÍ-viðhaldsfólkunum eina vón um, at tann ungi lokali parturin ikki verður heilt burtur í 2026. Av teimum útleigaðu leikarunum er avgjørt, at Jákup N. Vilhelmsen, ið hevur sáttmála við KÍ, ynskir at royna seg í KÍ frá byrjan í januar. Hann hevur havt stóran leiklut í B68 í ár og hevur fast pláss á U21-landsliðnum. Síðani segði Magnus, at tríggir ungir U17-leikarar koma at venja við í januar. Sum skilst er talan um leikarar, sum hava verið kring U-landsliðini síðstu árini. Frammanundan er 17 ára gamli Páll Müller partur av hópinum og sunnudagin skoraði hann sítt fyrsta mál á besta liðnum. Hann hevur ikki sáttmála fyri 2026, men sum skilst hevur hann fingið bjóðað nýggjan sáttmála fyri komandi tvey árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…