Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond (3. partur)

SKRIVAÐ: Oddbjørn Vágslíð  |  23.10.2025 - 16:53 Lesarabrøv

Hetta er 3. partur í eini áheitan á SEV-stýrið um at taka eitt ”time-out” í sambandi við sína ætlan um, at SEV skal verða CO2-neutralt í 2030, og at gera eina nýggja viðtøku, sum leggur upp til, at hetta tíðspunktið verður skotið út til 2050, sum Føroya Landsstýri ætlar við sínari nýggju veðurlagslóg.

Nú Margit Stórá & Co. hava átikið sær leiklutin at vera uppisitarar fyri Várharra her á landi, t.v.s. at bestemma, hvussu veður og vindur skal skikka sær, við einari lóg um tað føroyska veðurlagið, sum í veruleikanum er ein lóg um útfasan av oljunýtslu her á landi, skilst, at allar Føroyar verða CO₂-neutralar í 2050, t.v.s. um 25 ár.

Og Stranga Margit sigur eisini, at teir, sum hava ábyrgd og stjórna okkara landi, nú skulu standa til svars fyri hesum átaki og greiða frá, hvat tey hava fingið av skafti fyri útfasan av oljunýtslu her á landi tey komandi árini, tí tað er tað, sum lógin í veruleikanum snýr seg um. Tí síggi eg ongan logikk í, at SEV skal pína seg sjálvt og halda fast í verandi nevndarsamtykt, sum sigur, at SEV skal verða CO₂-neutralt í 2030, t.v.s. at ongin olja skal nýtast til el-framleislu í Føroyum eftir hetta dato.

Í mínari greinarøð við áheitan á SEV-stýrið um at kanna møguleikar og prís fyri at gera eina sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond, fari eg her í 3. parti at rógva afturá, og greiða frá tveimun persónum, Edison og Tesla, sum vóru við til at uppfinna og gera tað nýtiligt, sum vit í dagligari talu nevna elektrisitet ella ravmagn, og í stórum lopum  at greiða frá, hvussu okkara land, Føroyar, bleiv útbygt við hesari eltøkni, sum hevur gjørt okkara dagligdag so nógv lættari, uttan at vit hugsa um tað.

Við el-tøkni fáa vit gjørt mat á einum el-komfýri. Vit fáa hildið matinum, vit keypa inn dagliga, frískan í einum køliskápi. Keypa vit mat inn í stórum, so verður hann frystur í einari frystiboks. Við oljufýri ella aðrari hitaskipan, heldur el-tøknin húsið heitt. Sama eltøkni ger, at vit hava ljós í hvørjum rúmi í húsinum, kunnu lurta í radio/útvarp, síggja sjónvarp og yvir telduna og fartelefon tosa við persónar, sum eru staddir hinumegin á jørðini. Sigast má, at henda eltøknin, sum sá dagsins ljós fyri 150 árum síðani, hevur lætt um okkara tilveru her á landi, uttan at vit geva okkum far um hana.

Edison og javnstreymurin

Thomas Alva Edison livdi frá 1847 til 1931. Tað var í 1878, at uppfinnarin Edison tók ta stóru avgerð at samla tær tríggjar verksmiðjurnar, hann hevði í  New York, har hann hevði 250 fólk í arbeiði, til at finna uppá ting og skaffa sær patent upp á tey. Hann flutti hetta virksemið til Menlo Park, sum er í statinum New Jersey í USA, har hann setur á stovn ta fyrstu uppfinnaraverksmiðjuna í heiminum.

Menn høvdu tá í nógv ár stríðst við at fáa eina gløðiperu at halda og geva ljós í fleiri tímar, uttan at hetta var eydnast. Í december mánaði í 1879 hevði Edison sett eina lýsing í blaðið New York Herald, har hann bjóðar fólki at koma til Menlo Park nýggjársaftan í 1879 til eitt ”yvirraskilsi”. Gravgangur var at sleppa út til Menlo Park nýggjársaftan í 1879, og hann var so ovurstórur, at jarnbreytafyritøkan mátti seta inn fleiri eykatok.

Tá ið henda fólkamongdin um kvøldið kom út til Menlo Park, vórðu tey ikki skuffað av sjónini. Tí alt økið við Menlo Park, bøði inni og uttanfyri, lýsti við gløðiperum, so tað var sum alljósur dagur. Hendan sama dag gjørdist greitt, at dagarnir hjá petroliums- og gasslampunum vóru taldir, tí nú hevði Edison uppfunnið og fingið gløðiperuna at halda. Hann hevði somuleiðis kostruerað eina dynamo, sum framleiddi 110 V-javnstreym (DC, Direct Current). Hendan elskipanin hevði við byrjan bert tveir leidningar uppi á træpela.

Tann fyrsti ordrin, sum Edison fekk uppá eitt DC-elverk, sum var uttan fyri Menlo Park, var til eitt skip, Columbia. Tað gekk tó ikki long tíð, til Edison fekk ein stóran ordra uppá at byggja eitt DC-elverk við tilhoyrandi luftlinjum, gøtuljósum og húsainastallatiónum til 60 kundar í New York, og bleiv hetta anleggið sett til tann 4. september í 1882.

Edison helt alla sína tíð støðufastur upp á 110 V DC, men hetta kom ikki at halda, tí hesin háttur at føra nógvan elstreym langa leið kom ikki at fungera. Koparlinjurnar blivu so tjúkkar, at tær gingu fyri av klaka um veturin, og so vóru trupulleikar eisini av spenningsfalli, um ein stórur forbrúkari kom afturat langt úti á netinum.

Leggjast skal afturat her, at fyrsta stóra kommunala elverkið í Tórshavn var við 110 V DC, sum bleiv drivið av einum dieselmotori og var staðsett úti á Rundingi. Tað fór í gongd í 1921. Í bygdini Haraldsundi høvdu tey í byrjanini eitt dieseldrivið kommunalt elverk við 110 V (somuleiðis DC). Ein persónur fortaldi fyri mær, at hann sum smádrongur bleiv sendur runt til húsini í Haraldsundi at boða frá, at ”Nú fór mamma sín at strúka klæðir, og tey kundu rokna við, at ljósi fór at dempast nakað av hesum strúkijarni”.

Tesla og veksilstreymurin

Nikola Tesla er føddur í núverandi Kroatia, og livdi hann frá 1856 til 1943. Í 1884 kemur Tesla til USA sum verkfrøðingur og fær starv hjá Edison í Menlo Park. Hann hevði óvanliga góð evnir at finna uppá og forbetra ting. Í 1885 sigur Edison við Tesla, at ”um tú kanst forbetra mína 110 V-dynamo (DC), so skal tú fáa 50.000 dollarar fyri tað”.

Tesla legðist ikki á boðini; tað sigst, at hann arbeiddi í 20 tímar um døgnið út í eitt, í tveir mánaðir, tá ið hann kundi vísa Edison eina betri útgávu av síni 110 V DC-dynamo. Tá ið lønin skuldi avroknast, segði Edison við Tesla, at hann hevði bert sagt hetta í spølni. Hetta fekk øði í Tesla, ið so rýmir frá Edison og stovar sítt egna virki í 1886. Umframt at Tesla føldi seg snýttan av Edison, so vóru teir eisini ósamdir í mátanum at framleiða el-orku uppá. Edison helt uppá sína 110 V DC-skipan, meðan Tesla arbeiddi við einum generatori, sum framleiddi AC (Alternating Current), t.e. veksilstreym.

Í 1888 stovna Tesla og George Westinghouse (GW) eina fyritøku saman, har GW keypir patentið uppá at framleiða AC-veksilstreym frá Tesla. Hetta førdi til, at Tesla kundi starta nýggja vatndrivna el-verkið við Niagara Falls í 1895, sum framleiddi veksilstreym, sum kundi førast langa leið við einum transformara.

Veksilstreymur kemur til Føroya

Til Føroya kemur hendan eltøkni fyrst í 1900-talinum. Í Tórshavn høvdu teir meira álit á Edison, og bygdu sær í 1921 eitt dieseldrivið elverk, sum var 110V (DC). Suðuroyingar høvdu meira álit á Tesla við sínum veksilstreymi, og bygdu teir Elverkið í Botni í 1921, sum var drivið av vatni og gav el til bygdina Vág. Og norðoyingar hildu seg eisini til Tesla, og bygdu í 1931 Elverkið á Strond, sum gav Klaksvík el, sum eisini var vatndrivið. Hesi bæði elverkini høvdu veksilstreym (AC), sum hevði 4 leidningar á træpela.

Tá ið kommunur á Streymoy (uttan Tórshavn), Eysturoy og Vágoy, tóku seg saman í Elfelagið SEV í 1954, var farið undir framleiðslu av el-orku úr vatni í Vestmanna og við diesel el-orku úti á teimum stóru bygdunum; hetta bleiv alt gjørt við veksilstreymssysteminum (AC) hjá Tesla. Tann størsta elorkuútbyggingin, sum SEV hevur framt síðani, er Sundsverkið, sum fór í gongd í 1975 sum eitt dieselmotor-elverk, sum brúkar olju til sína elframleiðslu, og er størsta elverk her á landi.

Í 1987 ger SEV eitt stórt vatn-elorkuverk á Eiði, sum verður drivið upp á sama máta, sum Tesla planlegði við Niagara Falls í 1895, t.v.s. at fáa e-orku burtur úr vatni og útnytta fallhæddina hjá hesum vatni, sum Galilei hevði víst á við sínari falllóg.

Hesin máti at framleiða el-orku uppá er tann bíligasti og reinasti at framleiða elektrisitet uppá, og er royndur her á landi í yvir 100 ár. Og hesin mátin at framleiða el-orku uppá er tann, sum fer best við okkara náttúru.

Oddbjørn Vágslíð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Geiður sigur til VÍF
Pisshúsið fingið tátt
Sjóneyka á hjartastartaran
Pallborðsfundur í Húsinum
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Stjørnan tekur ímóti VÍF
KÍ formaðu­rin: Vit føra ein sunnan fótbó…
Nærveruvika á Skúlatrøð
KÍ hevur bara einaferð í søguni skorað f…
FM Radio: Árni og Páll vitja Norðlýsið
Búskapu­rin hevur tað gott, men...
Rættartrygdin sett til viks í Klaksvíkar…
Ongin doyði - men ferð drepur nógv annað
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
4. flokkur granskar hjartað, lungu og ný…
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025