Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nærveruvika - Alt landið luttekur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.10.2025 - 11:40 Tíðindi

“Nærveruvikan” verður í næstu viku, og bæði fyritøkur, kommunur, skúlar og stovnar luttaka. Øll vilja gera sítt fyri at eggja fólki at leggja fartelefonina til viks, tá ið tey eru saman við øðrum. Eitt nú hava fyritøkur um alt landið sokallað “nærverutilboð”.

 

 

Herfyri visti Betri Trygging at siga, at 73 % av føroyingum nýta skíggjar meira, enn teir annars høvdu viljað.  Tryggingarfelagið er tí farið at skipa fyri átakinum “SkíggjaSunn”, har ið upplýst verður um avleiðingar av skíggjanýtslu. Undirtøkan hevur verið sera góð higartil:

– Vit fegnast um, at føroyskar fyritøkur koma uppí. Hetta vísir góðan felagsanda, og tað prógvar eisini, hvussu gott samanhaldið er í Føroyum. Samstundis er hetta ein ábending um, at har eru onnur enn vit í Betri Trygging, sum síggja álvaran í hesum, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

–Tað kann tykjast sum, at vit áður dugdu betur at hugsavna okkum og at slappa av. Nú fær fartelefonin nógv uppmerksemi, og hetta hevur eina neiliga ávirkan á okkum. Átakið er sostatt eisini liður í at fyribyrgja ringari sálarheilsu millum føroyingar og samstundis at arbeiða fyri betri trivnaði, leggur Ingunn afturat.

Spurningurin er so, hvussu fólk, sum eru von at fara trilvandi niður í lumman eftir fartelefonini, fara at reagera upp á átakið. Betri Trygging hevur tí heitt á fyritøkur um at geva avslátt á vørur og tænastur, sum birta til samveru og nærveru.

Frá mánadegnum 27. oktobur til sunnudagin 2. novembur fara fyritøkurnar sostatt at spíla seg út við tilboðum, og í nógvum førum ber til at gera kvettið.

Umframt hetta luttaka nógvar stórar kommunur eisini, og kommunulæknar, tannlæknar og fysioterapeutar eru eisini bodnir við. Og so luttekur høvuðsmálbólkurin í átakinum sjálvandi eisini, og tey eru manssterk: 10.000 føroyskir skúlanæmingar luttaka í Nærveruvikuni. Til allar skúlaflokkarnar í landinum hevur Betri Stuðul latið eina rúgvu av spølum, sum kveikja samspæl og nærveru.

Fyri mong í samfelagnum verður Nærveruvikan vónandi eitt frískt lot. Men fyri børnini verður ein heil vika uttan fartelefon kanska nakað heilt nýtt – eitt tiltrongt andarúm. Og fyri okkum vaksnu, sum minnast eina tíð uttan skíggjar, verður Nærveruvikan helst ein nostalgisk áminning um, hvussu gott tað einaferð var - og vónandi kann hon fáa okkum øll at verða meira skíggjasunn framyvir.

Yvirlit yvir øll tilboðini eru at síggja her: www.betri.fo/vika44

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…