Lýsing
Lýsing
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.deild í kvøld
Niðurflytingin var staðfest í kvøld.
KÍ skuldi vinna á botnliðnum 07 Vestur og samstundis fáa hjálp frá B36 í dystinum móti EB/Streymi, um tað skuldi eydnast at yvirliva. KÍ hevði tað torført móti botnliðnum, men Dávid B. Andreasen megnaði at skjóta einasta málið í seinna hálvleiki. Í Havn vann EB/Streymur 3-1, og so var niðurflytingin hjá KÍ veruleiki.
KÍ hevur havt lið í næstbestu deildini síðani 2012.
Seinastu tíðindini