Lýsing
Lýsing
Lýsing

Latið handaligu og kreativu útbúgvingarnar fáa frið!

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  28.10.2025 - 07:22 Politikkur Tíðindaskriv

Tað eru nógv ung – bæði gentur og dreingir – sum ynskja aðrar leiðir enn ta bókligu

 

Og tað er bara gott. Tí okkum tørvar bæði tey bókligu og tey handaligu, tey vinnuligu og tey kreativu.

Tí er tað ørkymlandi, at landsstýrið nú hevur avgjørt at niðurlægja tvær handverkaraútbúgvingar á Glasi.
Tað eru ikki bara útbúgvingar – tað eru framtíðar møguleikar fyri summi av okkara ungu, ein beinleiðis kelda til arbeiðsmegi, sum vinnan hevur stóran tørv á – og ikki minst møgulig talentir, sum fara í vaskið.

Vit hava í dag tosað við fleiri innan klædnavinnuna – serliga kvinnur, sum standa á odda fyri fyritøkum við milliónaumsetningi. Hetta er ikki bert eitt handverk – hetta er ein vinnugrein við stórum búskaparligum og kreativum virði.

Privata vinnan hevur longu víst á, at eftirspurningurin eftir handverkarum og øðrum yrkisútbúnum starvsfólkum er stórur – og alt bendir á, at hann bara fer at vaksa í komandi árum.

Heldur enn at niðurleggja handverkara- og vinnuligar útbúgvingar, eiga vit at styrkja tær. Tørvurin er ómetaliga stórur!

Fólkaflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…