Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sjónleikararnir eftir frumframførðsluna | Mynd: Høgni Louisson Poulsen

Ummæli: Orkuríkt dupultspæl í Varpinum

SKRIVAÐ: Jón Thorsteinsson: Myndir Høgni Louisson Poulsen  |  28.10.2025 - 07:29 Mentan Tíðindi

(Sjónleiksummæli) Klaksvíkar sjónleikarafelag hevur sett á pall kenda og avbjóðandi skemtileikin Noises Off eftir Michael Frayn. Føroyska heitið er Friður á pallinum

 

 

At fara til mentanartiltøk ymsastaðni í landinum hevur í dag lítið upp á seg, og eftir tann fjøruti minuttir langa koyritúrin, harav ein fittur partur er at kalla innandura, setti eg bilin frá mær við rundkoyringina í miðbýnum í Klaksvík skamt frá Varpinum, har ein áður hevur verið til so ymisk tiltøk sum móðurmálsdag og klaverkonsert.

 

Virðiligur karmur og stórsligin pallmynd

Á skránni hetta fríggjakvøldið var frumsýning av einum sjónleiki, ið, umframt at vera serstakur, verður framførdur til heiðurs fyri sjónleikarakvinnuna Adelborg Linklett, ið fegin vildi fáa hann á pall. Til hesa fyrstu sýning vóru umboð fyri staðbundnu myndugleikarnar umframt stuðlar, familja og tey, ið hava verið uppi í verkætlanini, og sigast kann, at spenningurin millum tey nógvu uppmøttu bæði sást og hoyrdist.

Enn eina ferð vísti Varpið við tí stásiliga salinum, hvussu væl egnað tað er til framførslur, ið krevja gott pláss allar vegir. Pallmyndin hjá Edwardi Fuglø – tvær hæddir í einum valahúsum – er bæði breið og høg og hóskar væl til salin. Samstundis er hon so sjarmerandi og hugnalig, at ein fær hug at flyta inn í hana, eins og summir av persónunum í leikinum.

Harumframt kann pallmyndin snarast runt, og í aðru akt síggja vit baksíðuna av medaljuni. Myndin handan leiktjøldini er ein stórur kontrastur til alt skrúðið í fyrstu akt. Her er ráur viður, plakatir frá farnum leikuppsetingum og sjónleikarútgerð so sum eyka projektørar umframt eldsløkkjari og ein brandøks, ið seinni verður hættisliga reiggjað. Í triðju akt eru vit aftur í fínustovu, sum nú følist sum ein hollur kenningur. Hesin pallur er við sínum nógvu hurðum og trappum og stóra stovuvindeyga, ið alt verður dúgliga brúkt, ein óføra spennandi viðleikari afturat teimum nýggju úr sjónleikarafelagnum.

 

Sjónleikur um sjónleik

Bæði føroyska og enska heitið á leikinum sipa til, at hann snýr seg um pallframførslu, so ikki er tað løgið, at Adelborg Linklett var heitur forsprákari fyri at seta hann upp. Her er ein ørgrynna av fyribrigdum og hendingum, sum sjónleikarar kenna seg aftur í. Eitt nú rekvisittir, ið ikki eru har, teir skulu vera; ljósið, sum ikki fer niður, tá tað eigur; ella onkur leikari, ið hevur stungið seg burtur í ivasomum ørindum. Harafturat eru hendingarnar og figurarnir av slíkum slag, ið hóska væl til áhugaleik, og sum tey á pallinum megna stak væl. Talan er um skemtileik, ið neyvari kann kallast farsa, sum er eyðkend av høgari leikferð, nógvum kropsligum spæli, ósannlíkum hendingum og vandastøðum. Undirhaldið er alsamt í hásæti.

Leikurin snýr seg í stuttum um ein leikbólk, ið venur og framførir leik. Her er sostatt talan um ein ”leik í leikinum” fyri ikki at siga ”farsa í farsuni”. Tað byrjar við, at vit síggja tann innara leikin, ið er eitt sindur morreyður og eitur ”Nothing on” í enska leikritinum, men stutt eftir leikbyrjan verður illusiónin brotin, og vit skilja, at tað, vit hava sitið og hugt at, er ein venjing.

Øll onnur akt snýr seg um tað, ið gongur fyri seg aftan fyri pallmyndina, og hetta gevur áskoðarum eitt stuttligt innlit í, hvussu tað er at vera sjónleikari mitt í eini sýning, har fólk skulu á og av palli við stórum neyvleika. Serliga hugtakandi er gagnnýtslan av, at handan leiktjøldini skal vera friður, tí nú verður turbo sett á kropsliga spælið og mimikkin. Og sjálvandi verða privat viðurskifti hjá fiktivu leikarunum tikin fram. Lív og levnaður hjá limum í leikbólkinum verða løgd út á blik. Romantikkur, ástarfløkjur og ógvisligar illstøður taka seg upp, og sigur hetta nakað um, hvussu tað kann vera at arbeiða saman í listarligum felagsskapi í vikur og mánaðir í senn.

Í triðju og seinastu akt, ið er seinasta sýning av ”Nothing on”, fara skriðurnar av álvara at loypa, og tá er heilt lítið skil á rekvisittum og replikkum, men fiktivu leikararnir mugu bjarga sýningini so ella so, og kynstrið at improvisera kemur tá væl við. Tað gerst ein spurningur um listarliga at lívbjarga sær á pallinum, og alt verður meira surrealistiskt, tá bæði rekvisittir og leiklutir fleirfaldast. Tey megna tó at skrumbla seg fram til ein líkinda enda á leikinum. Yvirdrivið og stuttligt er hetta, og samstundis ein áminning um lívsmegina og korini hjá framførslulistini.

 

Spæl og leikstjórn

Leikararnir í Klaksvíkar Sjónleikarafelagi útstrála stóra spæligleði. Figurarnir eru greiðir og ymiskir, og kropsliga spælið er stórt og merkt av yvirskoti. Í teimum førunum, har ein leikari eigur stóra pallin einsamallur, og ongan hevur at stuðla seg at ta løtuna, eydnast hetta eisini. Tað er einki at taka seg aftur í, at her er bæði talan um royndar leikarar og fólk, ið kenna hvønn annan væl. Spælið er mangan leikandi lætt og frítt.

Alt bendir á, at samstarvið millum leikarar og leikstjóra – millum áhugaleik og yrkisfólk – hevur riggað væl. Drúgvu royndirnar á palli og sum leikstjóri hjá Annfinni Heinesen síggjast týðiliga aftur. Við kønari hond og nógvum hugflogi hevur hann við leikarunum skapt eina perlurøð av góðum myndum og góðari nýtslu av pallinum. Harafturat er hvør einstakur leikari væl leikstjórnaður, ið millum annað sæst aftur í lyndiseyðkennum og stemningsskiftum.

 

Ein djørv verkætlan

”Friður á pallinum” er ein sera tekniskur leikur við óteljandi lutum, replikkum, gerðum og skiftum, ið skulu fylgja hvør øðrum rætt og neyvt og skjótt. Hetta ger í sjálvum sær, at leikurin ikki er hissini avbjóðing. Harafturat er eingin vanlig leikgongd, ið kann lætta um orienteringina, men bæði leikarar og ljós- og ljóðfólk tykjast at hava gott tamarhald á framførsluni. Tað er tó fínt, at tað í leikskránni verður nevnt, hvør yvirskipaða støðan er í teimum trimum aktunum. Eisini eru ruðuleikakendar støður, ið krevja, at áskoðarin hevur tunguna mitt í munninum. Sagt verður í leikskránni, at okkum nýtist ikki at halda skil á øllum. Eini deiliga fríandi ráð.

Rós skulu tey í Klaksvíkar Sjónleikarafelagi eiga fyri at fara undir henda leik, ið fer út um tað vanliga og er ein hugtakandi og stórliga undirhaldandi uppliving. Ein sat eftir við tí kenslu, at sjónleikararvurin í Klaksvík verður borin væl víðari, samstundis sum mørk verða flutt. Hjartaliga til lukku við leikinum.

 

Jón Thorsteinsson

Lýsing
Seinastu tíðindini
Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði
Eykasýning av "Friður á Pallinum"
Teitur bjóðar til Jóla­konsert
Bannon: Trump verður forseti í 2028
Ummæli: Orkuríkt dupultspæl í Varpinum
Sandavágs Talvfelag á odda 
Semja millum politiskar flokkar um linju…
Latið handaligu og kreativu útbúgvingarn…
Altjóða gudstænasta í Vestur­kirkjuni
Langsíðan hjá KÍ-viðhalds­fólku­num er nær…
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík
Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað
ALS gjaldið er alt ov høgt
Bókaútgáva FRÌ
Mannamúgva uttan fyri Kjøthandilin
Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til t…
Fýra KÍ leikarar við U15 og U16
Veðrið í vikuni