Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkapensjónin og fyritíðarpensjónirnar mugu hækkast

SKRIVAÐ: Áhugabólkur Pensjónista  |  28.10.2025 - 20:55 Politikkur Tíðindaskriv

Í Føroyum kundu vit sloppið undan fátækraváða/fátækradømi millum lágløntar pensjónistar, um skipan við “Ældrecheck” líkt tí donsku skipanini varð sett í gildi.

 

Í Føroyum hava vit uml. 8.400 fólkapensjónistar og knapt 2.000 fyritíðarpensjónistar, ið fáa antin lægstu, miðal ella hægstu fyritíðarpensjón. 

Pensjónirnar eru púra afturútsigldar og sera lítið hækkaðar í krónum í mun til ta lønarhækkan, roknað í krónum, sum fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið seinnu árini. Eisini eru pensjónirnar útholaðar av sera stórum príshækkingum á mati og øðrum neyðsynjarvørum. Fólka- og fyritíðarpensjónistarnir hava heldur ikki fingið lut í tí skattalætta, ið givin varð í landsskattinum fyri árini 2024 og 2025. 

Pensjónsveitingarnar eru nú so lágar, at nógvir pensjónistar, kenna seg noyddar at søkja um hjálp gjøgnum ymsar hjálparpakkar hjá Almannaverkinum. Hjálparpakkarnir hjá Almannaverkinum eru nógvir í tali og krevja umfatandi umsiting – bæði hjá Almannaverkinum og pensjónistinum.

Nógvir pensjónistar, ið einans ella nærum einans hava pensjón at liva av, hava ilt við at klára seg og svara hvørjum sítt uttan at søkja um eykahjálp gjøgnum hjálparpakkar hjá Almannaverkinum.

Sambært Hagstovu Føroya hava 15% av pensjónistum, ið eru 67 ár ella eldri tøka inntøku, ið liggur undir fátækraváðamarkinum. Hetta merkir at gott 1.200 pensjónistar, ið eru 67 ár ella eldri liva í fátækraváða/ fátækradømi og hava inntøku, ið liggur undir fátækraváðamarkinum.

Miðal og lægsta fyritíðarpensjónin liggur langt undir fátækraváðamarkinum. Fyri árið 2023 var fátækraváðamarkið 167.993 kr. Tøk miðalfyritíðarpensjónin (inntøka eftir skatt og gjøld) fyri 2025 er einans 155.751 kr. og lægsta fyritíðarpensjón til støk einans 155.208 kr). Hesar fyritíðarpensjónir eru alt ov lágar og liggja gott 12.000 kr. undir fátækraváðamarkinum. (kelda Hagstova Føroya og Almannamálaráðið)

Tøka inntøkan hjá fólkapensjónistum liggur somuleiðis undir fátækraváðamarkinum. Stakir fólkapensjónistar, føddir fyri 1. jan 1953, fáa 165.678 kr. í  fólkapensjón og samhaldsfasta, meðan stakir fólkapensjónistar, ið eru føddir eftir 1. jan. 1953, fáa 166.090 kr. (kelda Almannamalaráðið)

Landssstýrið og løgtingið mugu borga fyri, at fólka- og fyritíðarpensjónirnar verða hækkaðar heilt munandi. Heldur enn at pjøssa um vánaligu støðuna hjá lágløntum pensjónistum og nýta hóp av hjálparpakkum, ið eru sera kostnaðartungir hjá Almannaverkinum at umsita, vildi verið skilabetri at sett í verk skipan líknandi danska “Ældrecheck”, har lágløntir pensjónistar kunnu fáa eitt ískoyti til pensjónsviðbótina. “Ældrecheckurin”, ið 25% av donskum pensjónistum fáa, er fyri árið 2025 25.700 kr.

Í Føroyum kundu vit sloppið undan fátækraváða/fátækradømi millum lágløntar pensjónistar, um skipan við “Ældrecheck” líkt tí donsku skipanini varð sett í gildi.

                                                                                                                                              

Áhugabólkur Pensjónista

Jóhan Carl Dam, Ingrid S. Henriksen, Heidi Egilsnes Hammer, Maria Jacobsen, Bozena Rasmussen                          Eyðun Ellendersen, Nina Dahl

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónir­nar…
Minningahald allahalgannadag
Team Klaksvík fær vitjan av VÍF í kvøld
Sanktiónir­nar móti Russlandi byggja ikki…
Innilig konsert við Hans Andrias Jacobse…
Ókeypis bussur til finaluna um løgmansst…
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og No…
Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði
Eykasýning av "Friður á Pallinum"
Teitur bjóðar til Jóla­konsert
Bannon: Trump verður forseti í 2028
Ummæli: Orkuríkt dupultspæl í Varpinum
Sandavágs Talvfelag á odda 
Semja millum politiskar flokkar um linju…
Latið handaligu og kreativu útbúgvingarn…
Altjóða gudstænasta í Vestur­kirkjuni
Langsíðan hjá KÍ-viðhalds­fólku­num er nær…
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík