Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðavinnudagur í Fuglafirði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.10.2025 - 23:54 Mentan Tíðindi Vinna

Hósdagin 30. oktober skipar Kunningarstovan í Fuglafirði fyri ferðavinnudegi. Ferðavinnuveitarar, ferðaleiðarar og fyriskiparar eru boðin til Fuglafjarðar hendan dagin at kunna seg nærri um hetta ferðamálið, sum er vælumtókt millum føroysk og útlendsk vitjandi.

 

Sambært Kristinu Gry Berg á Kunningarstovuni í Fuglafirði koma nógv ferðafólk á vitjan, serliga summarhálvuna, men eisini nú veturin nærkast. Ofta koma tey aftur at vitja, um tey eru nakrar dagar í landinum, tí tey halda Fuglafjørð vera so vakran og hugnaligan við nógvum at bjóða.

Samtíðis ásannar Kunningarstovan, at tað tykist sum um, at føroyskir ferðavinnuveitarar ikki vita nóg nógv um býin, og tá kann vera trupult at vísa ferðafólki á møguleikarnar í Fuglafirði, eins og tað ikki fellur líka lætt at skipa fyri bólkavitjanum ella ráðstevnum, tá veitarar og fyriskiparar ikki kenna staðið nóg væl. Summi, sum vitja, koma mestsum av óvart, tí Fuglafjørður ikki er so kendur millum teirra, sum viðmæla støð.

Men alt liggur væl fyri og tætt í miðbýnum við matstovu, kaffistovu, øðrvísi handlum við grafiskum gávulutum, tógvi, klæðum og vakurleikavørum, eins og gallarí og heimavirkið eru í søguliga handlinum.Uttanduralist, standmyndir og minnismerki liggja fram við høvuðsvegnum saman við Mentanarhúsinum, bókasavni, miðstaðarlund, banka, kunningarstovu, smáum søvnum, FK og Á handli.

"Í veruleikanum", sigur Kristina, "er tað einasta, vit veruliga mangla at kunna bjóða vitjandi, eitt gott gistingartilboð ella hotel. Eftirspurningurin er avgjørt har, so kanska tað fer at koma."

Ferðavinnudagurin byrjar kl. 10 hósdagin, men pláss er ikki fyri fleiri hesaferð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ