Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórmøti á Kambsdali

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.11.2025 - 07:00 Tíðindi

Vikuskiftið 7.-9. november vera Stórmøti í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Evnið er ‘Hjarta tykkara verði ikki óttafult’

 

 

Nógv tiltøk vera á skránni frá fríggjakvøld til sunnudag, tá ið Heimamissiónin hevur árligu Stórmøtini. Møtini skifta frá stað til stað, og í ár eru tey á Kambsdali. Í fjør vóru tey í Skúlanum á Fløtum í Havn.

Fríggjakvøldið 7. november verður byrjað kl 19 við møti har Jákup Brúsá, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, talar, og Katrin á Borg syngur. Samstundis er juniortilak á Miðnámsskúlanum. Seinni um kvøldið er ungdómsmøti, har Gerhard Mikkelsen, prestur, talar, og Hildigunn Steinhólm, Lý Petersen og Sølvi Johannesen syngja.

Leygardagin 8. november verður byrjað klokkan 16 í Leirvíkar Missiónshúsi, har Sigríður Schram, aðalskrivari í Kristniboðsambandinum í Íslandi, greiðir frá um missiónsarbeiðið og andligu støðuni í Íslandi.

Klokkan 19 er stórmøti, har Øssur Kjølbro, prestur, talar, og har kórið Brúgv úr Gøtu syngur.

Klokkan 21.30 er ungdómsmøti, har Ann Hermansdóttir, studentaprestur, talar, og Jan Jacobsen og Eyðbjørg Kallsberg syngja.

Sunnudagin 9. november klokkan 15 er tað stóra tiltakið fyri børn, nevnt Simba-hitt. Hetta er stórt familjutiltak í høllini, har millum annað kórið frá Sangfagnaðinum syngur.

Eftir tað er nátturði, og klokkan 18 er Stórmøti, har Símun P. Jacobsen, prestur, talar. Kórið Lanterna úr Fuglafirði syngur.

Evnið á Stórmøtinum í ár er ‘Hjarta tykkara verði ikki óttafult’. Evnið er tikið úr Jóhannesevangeliinum 14,1-11, har Jesus talar um burturferð sína, og at hann er vegurin, sannleikin og lívið. Á øllum møtunum verður talað út frá hesum versunum í Bíbliuni. Høvi er eisini at fara til samtalu og forbøn eftir hvørt møti.

Barnaansing er øll kvøldini, og eisini verður tulkað til ensk. Deyvatulkur er eisini fríggjakvøld og leygarkvøld.

Stórt bókaborð er, har høvið er at ogna sær andligan lestnað og annað. Drekkamuður er eisini eftir tiltøkini.

Básar eru eisini fríggjakvøld og leygarkvøld, har ymiskar arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini og aðrir kristinir felagsskapir sýna fram teirra virksemi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Epli og gularøtur av Sandi
Stórmøti á Kambsdali
Myndarøð: KÍ vann 2-0 á Víkingi og hevur…
KÍ skal heiðrast - Vit møtast á Djúpumýr…
Elinborg er klár við síni fyrstu heildar…
FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni…
Myndarøð: Hans L. Djurhuus 50 ára starvs…
Allahalgannadagur í Svínoy 2025
Trupulleikar við rampuni á Syðradali
Minningahald á Syðradali
Minningarhald í Klaksvík
Hálvir sannleikar og heilar villeið­ingar…
Biskupstøðgarðu­rin sunnudagin 2. novembe…
62°N 62 ÁR
Atgongumerki eru eftir aftanfyri málið
Mentan­arvirðislø­nir landsins verða handa…
Fimleikafagnaðu­rin 2025 8.-.9.nov.
Upptakt: KÍ-Víkingur
Eingin ivi: Alfred heldur við KÍ
Myndarøð 4: Steypadystu­rin 2016