Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elinborg er klár við síni fyrstu heildarútgávu "Í ævir"

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.10.2025 - 19:00 Mentan Tíðindi

Í dag útgevur Elinborg sína fyrstu heildarútgávu, ið ber heitið 'Í Ævir'.

 

 

Útgávan inniheldur 10 føroysk løg, ið Elinborg hevur sett orð og lag til, og Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt útgávuna. 'Í Ævir' vitjar nýggjar ljóðheimar, hon speglar mítt lív, mínar royndir og tær kenslur, ið hava myndað meg. At halda útgávuni í hondini fyri fyrstu ferð er ein serlig kensla, og eg eri ótrúliga takksom til øll, ið hava verið við mær á hesi ferð.

Elinborg er júst komin heim, eftir eina langa konsertferð við Eivør og Asgeir, har tey hava verið burtur í 6 vikur, og spælt heili 31 konsertir runt í Europa.

''Eg var so heppin, at hava plátuna við á konsertferð, so øll í komu á konsert, høvdu møguleika, at keypa útgávuna, áðrenn hon kom út. Hetta riggaði ótrúliga væl, og plátan er næstan útseld nú. Til konsertina í verður í Mentanarhúsinum leygarkvøldið, eru bert 14 fløgur, og 11 vinylir eftir, so um man ynskir eitt eintak av 'tour special edition' plátuni, má man skunda sær at keypa'' sigur Elinborg flennandi.

Næst á skránni fyri Elinborg er Mexico City, har hon fer at spæla 3 konsertir í Novembur.

''Eg eri ótrúliga spent, at sleppa til Mexico við mínum tónleiki. Hetta er í samstarv við FMX (Faroese Music Export) og er ein møguleiki fyri meg, at sleppa presenterða mín tónleik fyri uppaftur fleiri lurtarum. Eg haldi eisini, at tað er ótrúliga spennandi, at sleppa ferast so lang, við føroyskum teksum - Tað er sera umráðandi fyri meg, at skriva á føroyskum, bæði tí eg haldi okkara mál er sera vakurt, men eisini tí eg haldi tað er sera spennandi, at taka føroyska málið við ùt ì heim, so tey sum ikki skilja málið, kunnu skapa teirra egnu myndir og kenslur til tónleikin.''

Hoyr útgávuna her

Síggj seinasta sjónbandalagið hjá Elinborg her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann 2-0 á Víkingi og hevur…
KÍ skal heiðrast - Vit møtast á Djúpumýr…
Elinborg er klár við síni fyrstu heildar…
FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni…
Epli og gularøtur av Sandi
Myndarøð: Hans L. Djurhuus 50 ára starvs…
Allahalgannadagur í Svínoy 2025
Trupulleikar við rampuni á Syðradali
Minningahald á Syðradali
Minningarhald í Klaksvík
Hálvir sannleikar og heilar villeið­ingar…
Biskupstøðgarðu­rin sunnudagin 2. novembe…
62°N 62 ÁR
Atgongumerki eru eftir aftanfyri málið
Mentan­arvirðislø­nir landsins verða handa…
Fimleikafagnaðu­rin 2025 8.-.9.nov.
Upptakt: KÍ-Víkingur
Eingin ivi: Alfred heldur við KÍ
Myndarøð 4: Steypadystu­rin 2016
Friður á pallinum