Lýsing
Lýsing
Lýsing

FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni 1. og 2. nov.

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.10.2025 - 17:50 Tíðindi

Eysturoyar Seyðahundafelag skipar fyri tveimum spennandi kappingardøgum í Funningsbotni hetta vikuskiftið. Hettar er ein partur av FM-kvalifikatiónskappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.

 

 

Leygardagin 1. novembur verður kappast í klassa 3, sum er tann hægsti og mest avbjóðandi klassin í seyðahundakappingum. Kappingin byrjar kl. 08:00, og 20 hundar eru tilmeldaðir. Luttakarar eru fleiri av bestu seyðahundunum í landinum, og spennandi verður at síggja, hvussu FM-støðan broytist eftir hesa kappingina.

Sunnudagin 2. novembur verður kappast í klassa 2 og klassa 1, sum eru unghundaklassar, har nýggjir, og royndir, hundar fáa møguleika at vísa síni evni. Hetta er ein góður møguleiki at síggja komandi stjørnur innan seyðahundasportin.

 

Leygardag 01/11-2025

  • Banagjøgnumgongd er kl. 08.00

 

Sunnudagin 02/11-2025:

  • Banagjøgnumgongd er kl. 08.30
  • Klassi 2: byrja verður kl 09.00
  • Klassi 1: byrja verður, tá ið klassi 2 er liðugur.

Eysturoyar Seyðahundafelag takkar bóndanum í Funningsbotni fyri, at lata økið til kappingina og fyri gott samstarv. Uttan tykkara stuðul hevði hetta ikki verið gjørligt.

Øll eru vælkomin at hyggja!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…