- Tú hevur verið ein tryggur klettur í føroyska politinum
segði Jan Poulsen, støðleiðari í Klaksvík millum annað í røðu sínari til Hans L. Djurhuus, sum hátíðarhelt sín 50 ára starvsdag fríggjadagin. Vit prenta røðuna niðanfyri.
TALA – 50 ÁRA STARVSDAGUR HJÁ HANS LUDVIG DJURHUUS
1. november 2025
Góði Hans,
kæru starvsfelagar, vinir og gestir,
Í dag eru vit savnaði her at hátíðarhalda eitt heilt serligt hátíðarhald – eitt, sum ikki hendir hvørja viku, ja, heldur ikki hvørja øld!
Tí í morgin eru tað 50 ár síðan Hans byrjaði í politinum. Tað er eitt heilt lív í tænastu fyri samfelagið – eitt starv, merkt av trúskapi, ábyrgd og áliti.
Byrjanin
Hans varð føddur í Porkeri tann 24. januar í 1951 – eitt stað, sum hevur fostrað mong ágrýtin og arbeiðssom fólk – hetta síðsta noyðist eg at siga, nú kona mín er úr Porkeri.
1. november í 1975 – í morgin, júst fyri 50 árum síðani – tók tú, Hans, fyrstu fet tíni á politiskúlanum í Keypmannahavn, á Artillerivej á Amager. Tað var byrjanin upp á eitt langt og virðiligt yrkislív í politinum.
Eftir lokna útbúgving varð tú settur politistur politistøðina í Klaksvík, har tú skjótt gjørdist kendur sum álítandi, væl dámdur og virðiligur politistur og persónur.
Leiðin víðari
Tíggju ár seinni – 1. november 1985 – varð tú settur sum varaleiðari hjá sýslumanninum í Klaksvík, og tíðin har vísti skjótt, at tú hevði leiðaraevnir og gott handalag við fólki.
Frá 1998 virkaði tú sum sýslumaður, og í 2004 søkti og fekk tú starvið formelt sum sýslumaður og støðleiðari við byrjan 1. desember 2004, eftir sum setanarskjølini í politinum siga frá.
Hetta var ein tíð við stórum broytingum og nógvari ábyrgd – og tú stóð mitt í tí, við ró, skynsemi og rættvísi sum leiðari.
Tíðin sum leiðari
Sum sýslumaður og leiðari var tú kendur fyri at vera rættvísur, róligur og álítandi – ein, sum bæði starvsfelagar og borgarar vistu, hvar tey høvdu.
Tú hevði altíð eitt opið oyra, tolið at hoyra báðar partar, og evni at taka røttu avgerðina – eisini tá hon var torfør.
Tey, sum hava arbeitt saman við tær, vita, at tú altíð hevur lagt dent á trygd, samstarv, virðing og ordiligheit – og tú hevur verið fyrimynd bæði fyri eldri og yngri starvsfelagar.
Nýggj tíð og nýggjar uppgávur
Tá bygnaðarbroytingarnar í politinum komu í 2010, gjørdust nýggjar tíðir eisini fyri teg Hans.
Tú var ein virkin partur av tilgongdini, við tí sera stóru vitan tú hevur um politiið og arbeiðið í politinum sum heild og tú royndi við tínum stilla sinnið og beinraktu viðmerkingum og vegleiðingum, at siga tína hjartans meining um hetta.
Tú tók so avgerð um, ikki at vera leiðari meira, men at verða politiassistentur frá 1. apríl 2010. Og av tí at tú ikki var leiðari meira, so var onki meira náttúrligt, við tínum royndum og stóru vitan innan sakarmálsviðgerð, enn at tú bleiv ein ressourcepersónur og ein vitanarvarði, á nýupprættaða Rakstrardeplinum hjá Føroya Politi – har tú enn í dag hevur tín týðandi leiklut.
Og hóast nógv hevur broytt seg í løgregluni hesi 50 árini – frá skrivimaskinum til teldur, frá radiotólum til snildtelefonir – so hava tínar dygdir staðið støðugar: álit, ábyrgd , arbeiðsmegi og ordiligheit.
Og nú vit tosað um nýggja tíð og nýtt samstarv, so er vert at nevna, at eisini frá danskari síðu og donskum politikarum, hevur verið víst stórur áhugi fyri føroyska politinum og eisini arbeiðnum her norðuri.
Tað er javnan, at politikkarar vilja vitja okkum her norðuri og síggja hvussu ein minni støð verður rikin og hvat arbeiði á einari sovornari støð inniber.
Ein, sum sjálvur sá og upplivdi hetta, er fyrrverandi danski justitsministarin, Mattias Tesfaye.
Tá hann viljaði politistøðina í Klaksvík, hvødu hann og tú, Hans, eitt hugnaligt prát og ein góðan spadseritúr eftir keiøkinum.
Vitja varð eitt stað, har elementir vórðu stoypt – Mattias Tesfaye, hevur sjálvur á ungum árum arbeitt sum stoypari – og tók hann sær eisini tíð at hyggja at arbeiðnum við saltfiski og flakaskering á Kósini – eitt lívligt dømið um tað, hvussu politiið her er ein partur av samfelagnum í breiðari merking.
Tú Hans, hevur ofta haft á orðið, hvussu væl tú dámdi hendan mannin, justitsministaran Mattias Tesfaye, sum perón.
Mattias minnist hesa vitjanina sera væl og ynskti hann í dag at senda eina persónliga heilsan til tín, Hans.
Vit fara nú at vísa heilsanina frá honum á skíggjanum.
Takk og virðing
Hans, í dag vilja vit siga tær hjartaliga takk:
fyri trúgva tænastu,
fyri arbeiðið tú hevur gjørt fyri politiið og samfelagið,
og ikki minst – fyri menniskjað tú er.
Tú hevur verið ein tryggur klettur í føroyska politinum – og tú hevur sett spor, sum fara at standa eftir teg, longi í framtíðini.
At enda
50 ár eru eitt heilt lív av arbeiði – men tað er eisini eitt lív av minnum, vinarlagið og samanhaldið.
Tí í dag hyggja vit afturá við virðing – og framá við takksemi.
Til lukku við 50 ára starvsdegnum, Hans.
Vit ynskja tær hjartaliga til lukku og alt tað besta framyvir – bæði í arbeiðnum og í lívinum annars.