Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stóri leikluturin hjá Dávidi B. Andreasen í løgmanssteypinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.11.2025 - 13:34 Ítrottur Tíðindi

At KÍ vann løgmanssteypið skyldaðist m.a. tveimum sera avgerandi málum, sum Dávid B. Andreasen átti ein stóran leiklut í.

Í fyrsta umfarinum var støðan 1-1 millum HB-KÍ, har KÍ hevði ein leikara útvístan. Tað sá út til at fara í longda leiktíð, har HB hevði staðið við bestu kortunum. Men m.a. innskifti Dávid B. Andreasen vildi tað øðrvísi. Hann slapp leysur í høgru síðu og legði væl innfyri til Páll A. Klettskarð, sum avgjørdi til 2-1. Í fjórðingsfinaluni stóð enn meir á hjá KÍ. Tá førdi B36 1-0 fram til klokkan hevði rundað 92 minuttir. Tá javnaði Dávid við flottum langskoti. KÍ vann brotssparskappingina og í hálvfinalunum hevði KÍ lutakasthepni og trekti AB úr næstbestu deildini, har alt bleiv avgjørt fyrra dystin í Klaksvík, sum KÍ vann 4-0.

Hjá KÍ var tað sostatt í dystunum móti HB og B36, at mest stóð á og í báðum førum var tað Dávid, sum fekk ein høvuðsleioklut í avgerandi málum.

Dávid er givin á besta liðnum hjá KÍ vegna manglandi dystarminuttir á besta og næstbesta liðnum og fer í komandi viku at royndarvenja við Levanger, sum spælir í triðbestu norsku deildini

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…