Lýsing
Lýsing
Lýsing
Borgarstjórin heilsar glaður uppá nýggja prestin á Glyvrum, Gimma Olsen, sum er í trimum mánaðar avloysara starvi har | Mynd: Dávur Winther

Gimmi væl fagnaður á Glyvrum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  02.11.2025 - 17:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

Nógvir prestar vóru møttir í Glyvra kirkju mikukvøldið, 19. oktober, tá ið Jógvan Fríðriksson, biskupur, prestvígdi Gimma Olsen, sum næstu tríggjar mánaðirnar skal vera avloysari fyri Meinhard Bjartalíð í Glyvra prestagjaldi

Tað var ein hátíðarløta í Glyvra kirkju, sum fyrstu ferð nakrantíð var karmur um eina prestavígslu. Hetta, tí 48 ára gamli klaksvíkingurin, Gimmi Olsen, varð prestvígdur, so hann kundi taka við sum virkandi prestur fyri Meinhard Bjartalíð, nú hann fór í farloyvi næstu tríggjar mánaðirnar.

Gimmi varð liðugur við guðfrøðis-kandidatin frá 'Det teologiske Menighedsfakultetet' í Oslo í 2008. 

Síðani tá hava Gimmi og konan, Karina Lassen verið í ymiskum arbeiði. Árini 2010 - 2015 í lutherskum útimissiónsarbeiði í Senegal, Mali og Aserbadjan. Í 2009 og 2016 – 2017 í starvi á Blákrossheiminum og á Umsorganararbeiðnum hjá Bláa Krossi.

Seinastu 8 árini hevur Gimmi verið í starvi á 'Afdeling for Teologi', á Grønlands Universitet, sum lærari hjá komandi prestunum í grønlendsku fólkakirkjuni og í granskning innan kirkjuligt hjálpararbeiði (diakoni). 

Karina Lassen byrjar í morgin í starvi sum sjúkrarøktarfrøðingur, á G1, á Landssjúkrahúsinum í Havn.

Gimmi vaks upp í grannalagnum á Traðagøtu og hava vit altíð steðgað á til eitt lítið prát. Gimmi er fittur og fyrikomandi, og havi eg fylgt leiðum hansara í frástøðu.

Tá ið eg so møtti honum aftur í øðrum sambandi í gjár og ynskti honum til lukku við prestastarvinum, var eg so bersøgin, at leggja afturat, at eg komi í kirkju hjá tær í morgin. Gimmi gjørdist sjónliga glaður og errin, so eg vildi ikki skuffa hann, men tók leiðina út á Glyvrar í morgun, settist á aftastu brík at líða á.

Gimmi er blíðlyntur maður, so tó at teksturin í dag til allahalganna sunnudagur var nakað torgreiddur, dugdi Gimmi við kropsburði, einum lítlum umberandi smíli og gløggum eygnabrá, siðiliga og hóliga at greiða prædikutekstin - Matt. 5,1 - 12. Tú var alla tíðina hildin til at lurta og fekk nakað at vita. Gimmi dugdi væl og hevur nógvar royndir og lesnað at oysa av.

Glyvra kirkja er hugnalig kirkja á vøkrum staði. Har vóru nógv fólk í kirkju. Til postludium, sum Hilmar Jan Hansen spældi hegnisliga væl við nógvum brúsi, vórðu prestur og deknur standandi frammanfyri altarið, til spælið var liðugt. Ein skilagóður siður, eftir mínum tykki.

Síðani varð boðið til ein kaffimunn í kirkjuni aftaná, har fleiri úr kirkjuliðnum tóku til góðu prædikuna hjá presti.

Eg vildi hava eina mynd av Gimma frammanfyri altarinum, men mátti bíða ein heilan tíma, tí Gimmi varð standandi í forkirkjuni og heilsaði uppá fólk, sum komu til prest við tøkkum og góðum heilsanum, eins og ynskum um alt gott í nýggja starvinum.

Ja, so leingi hevði Gimmi heilsað uppá fólk, at konan, Karina kom við einum kaffikoppi og eini køku til mannin, so hann eisini kundi fáa okkurt gott niðurum.

Jú, tað er ikki at taka feil av, at Gimmi Olsen, sum eisini er ættaður av Mikladali, hvørs mammubeiggi, Jonhard Glerfoss var komin úr Havn í kirkju á Glyvrum at líða á, var væl móttikin og væl fagnaður av kirkjuliðnum.

Serstøku altartalvuna í Glyvra kirkju hevur mikladalsmaðurin, Fridtjof Joensen gjørt.

Nýggja kirkjan

Um ikki so langa tíð, fer byggingin av nýggju kirkjuni á Glyvrum í gongd. Hetta vissaði Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri um, sum fyri kortum hevur játtað byggiloyvið til kirkjuna. Tað sama gjørdi Eyðun Petersen, projektleiðari, at samráðingar nú verða við høvuðsarbeiðstakaran J. & K. Petersen. Byggingin er ætlað at taka um tvey ár og skal kirkjan kosta um góðar kr. 100 mill við øllum.

Kirkjan skal rúma upp móti 800 fólkum, og gleddi Hilmar Jan Hansen seg eisini til henda verkætlanin er liðug, tí tá stendur verandi urga, sum tó tá er útbygd við eini 27-28 stemmum og kemur rættiliga til sín rætt.

Grein um tá ið Gimmi Olsen varð prestvígdur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis