Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aðalráðini | Mynd: Nýskipanarnevndin

Tilmælið nr 1 frá Nýskipanarnevndini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.11.2025 - 10:29 Politikkur Tíðindi

Aðalráðini verða lækkaði úr 9 aðalráðum niður í 6 aðalráð - Løgmansskrivstovan og 5 vanlig aðalráð.

Nýskipanarnevndin hevur júst sent soljóðandi tíðindaskriv út til fjølmiðlarnar:

 

Talið av aðalráðum hevur varierað, og málsøki eru flutt aftur og fram eftir hvørt val, sum partur av samgongusamráðingum. Hetta er óheppið og skapar gang, meirkostnað, vitanarmiss og óstabilitet, bæði í aðalráðunum og í stovnunum undir ráðunum, og minni fæst burturúr, meðan broytingarnar fara fram.

Vit hava í løtuni 9 aðalráð. Hetta er tað mesta nakrantíð. Talan er um áleið 140 ársverk og ein árligan rakstur á umleið 145 milliónir kr. (mett 2025 tøl), umframt landsstýrisfólk.

Mett verður ikki, at tað er skynsamt við so nógvum aðalráðum.

Miðað eigur at verða ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri e ektivitet og eitt sterkari fakligt umhvørvi. Ov nógv aðalráð gera tvørgangandi arbeiði og samskipan truplari. Tað hevði skapt meira stabilitet, um talið av aðalráðum bleiv fastlæst til 6 aðalráð við politiskari semju, soleiðis at man samráddist um teir somu landsstýrispostarnar eftir hvørt val.

 

Landsstýrisfólkatalið eigur at verða í mesta lagi 5 landstýrisfólk, umframt løgmann.

 

  • Mælt verður til, at Stýrisskipanarlógin verður broytt, soleiðis at teksturin, sum nú sigur í §27, at í Landsstýrinum sita Løgmaður og minst tveir landsstýrismenn afturat sær, fær eitt uppískoyti, sum sigur, at mesta talið av landsstýrisfólkum afturat Løgmanni er fimm landstýrisfólk.
  • Mælt verður til við politiskari semju, at stovnsett verða fylgjandi 6 aðalráð við hesum málsbýtum:
  • Miðað eigur at verða eftir einum so fløtum bygnaði sum gjørligt í aðalráðunum við tvørgangandi funktiónum, har tað er gjørligt. Deildir niður í 1-2 starvsfólk við egnum deildarstjóra eiga ikki at koma fyri. Miðað eigur at verða eftir deildum við minst 10 fólkum til hvønn deildarstjóra, sum kann hava fleiri øki undir sær.
  • Minst møguligt av málsviðgerð skal verða í aðalráðunum. Eftirverandi málsviðgerð eigur at delegerast til verandi stovnar.

 

Hetta vildi spart 3 landsstýrisfólk, 3 aðalstjórar og dupultfunktiónir, sum ikki longur vil verða tørvur á við færri aðalráðum. Eisini kann væntast ein betri raðfesting við færri aðalráðum. Høliskostnaðirnir minka eisini við at samla aðalráðini í færri eindir, ið tilsamans eru minni. Miðað verður ímóti at savna øll aðalráðini á einum stað.

Beinleiðis sparingin, tá umskipanin er framd og hevur fingið fullan virknað, er mett til á leið 15% av kostnaðunum av verandi aðalráðum ella 20 milliónir um árið.

Tá aðalráðini eru fækkað, og bygnaðurin er greiður, so eiga fylgjandi átøk at verða framd:

  • Miðað eigur at verða ímóti, at starvsfólkatalið í hvørjum aðalráði er stabilt eftir umskipanina. 
  • Kunngerðir og rundskriv eiga at endurskoðast við tí endamáli at minka um talið av kunngerðum og rundskrivum. Og metast skal um, hvørt kunngerðirnar eru neyðugar ella umbidnar. Eisini eigur at verða ansað eftir, at lóggáva og skipanir, ið verða avritaðar ella partvíst avritaðar, hóska til føroyska samfelagið.
  • Eisini eigur man at umhugsa sólseturásetingar á lógir, kunngerðir og rundskriv, so at tær detta burtur av sær sjálvum eftir eitt áramál, uttan so tær verða samtyktar ella lýstar av nýggjum.
  • Endamálið í øllum aðalráðum eigur at verða at minka um samlaða talið av lógum, kunngerðum og rundskrivum fyri at minka um óneyðuga regulering og kompleksitet í tí almenna.
  • Nýggjar kunngerðir ella átøk, ið krevja størri umsiting, eiga at umhugsast sera gjølla og
  • bert setast í verk, um tað verður mett alneyðugt, ella er umbiðið av borgarum, feløgum ella kommunum.

 

Tórshavn 4/11 – 2025

Nýskipanarnevndin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis