Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað kom rættiliga brádliga, tá boðað varð frá, at landsstýrismanningin fór at verða skorin við einum triðingi. Í dag hava 3 landsstýrismenn fingið uppsøgn við virknaði frá 1. desember í ár.

Lagnudagurin í Tinganesi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.11.2025 - 16:51 Politikkur Tíðindi

Í dag er gjørt høvuðreint í Tinganesi. Nýskipanarnevndin gjørdi greitt frá byrjan av, at byrjast skuldi á samfelagsins evstu rókum, og tað hevur so merkt, at Djóni Nolsøe Joensen, Jóhan Christiansen og Bjarni Kárason Petersen vórðu vigaðir, funnir ov lættir og hava tí mugað latið lyklarnar til sínar skrivstovur inn, og tað sama er galdandi fyri fleiri aðalstjórar. Vit taka saman um broytingarnar.

 

 

Sjálvir topparnir í samgonguni, floksforfólkini, vórðu sum væntað ikki ávirkaðir tað stóra, men hjá teimum eftirverandi, meinigu landsstýrisfólkunum eru stórar broytingar farnar fram. Eirikur í Jákupsstovu fer frá at umsita almanna- og mentamál til at umsita bæði fiskivinnu og alivinnu. Margit Stórá, sum áður er flutt frá at umsita heilsumál yvir í umhvørvismál, flytur nú aftur í heilsumál, og Súsanna Bertholsen verður flutt haðani og yvir í útbúgvingar- og mentamál.

Eirikur í Jákupsstovu og Súsanna Bertholdsen skulu nú seta seg inn í heilt nýggj málsøkir, meðan Margit Stórá fer aftur í sín gamla sess, tó soleiðis, at almannamál nú eisini fara at sortera undir henni.

Í Løgtinginum merkir hetta, at Kim Durhuus og Árni M. Dam mugu víkja sætið fyri ávikavist Djóna Nolsøe Joensen og Bjarna Kárason Petersen. Í Tjóðveldi verður tingmanningin óbroytt, tí Jóhan Christiansen ongan løgtingssess hevði frammanundan.

Á javnstøðuøkinum er farið frá, at 5 menn og 4 kvinnur stýrdu Føroyum, til at 4 kvinnur og 2 menn manna Landsstýrið, so javnstøðuspurningurin hevur ikki verið uppi at venda í samgongutelvingini, skilst.

Landafrøðiliga hava vit nú 1 landsstýrisfólk úr Norðoyggjum, ongan úr Eysturoynni ella Norðstreymoy, ongan úr Vágum ella Sandoy, 3 úr Suðurstreymoy og 2 úr Suðuroynni. Í Løgtinginum fáa vit 2 tingfólk afturat úr Suðurstreymoy, meðan 1 úr Norðurstreymoy og 1 úr Eysturoynni víkja sætini fyri teimum.

 

Aðalstjórar eisini uppsagdir

John Rajani og Bjarni Askham Bjarnason, sum eisini eru í Nýskipanarnevndini, halda áfram sum løgmansstjóri og aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, og tað ger Herálvur Joensen eisini í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, sum tó missir vinnumál. Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, gerst aðalstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum, og Elin Mortensen, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, verður flutt yvir í Útbúgvingar- og Mentamálaráðið.

Tað merkir, at eisini Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í núverandi Almanna- og Mentamálaráðnum; Nella Festirstein, aðalstjóri í Løgmálaráðnum og Poul Geert Hansen, aðalstjóri í núverandi Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum, eisini fara frá sum aðalstjórar.

Nýskipanin verður sett í verk 1. desember 2025.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis