Todi á heimavølli
Í kvøld kl. 19:30 varð almenn bókaframløga, har bókin, TODI, varð løgd fram á Skúlatrøð í Klaksvík.
Høllin var at kalla full av fjepparum og fótbóltsfólki, sum hava spælt saman við og ímóti Toda.
Flestu teirra høvdu onkra søgu um Toda at siga frá. Og fleiri fingu eitt klemm frá Toda við heilsanini: "Nú, hvussu gongur?
Undir framløguni kom høvundurin, Sólvit Nolsø inn á Toda sum Føroya besti fótbóltsspælari, sum í bókini hyggur aftur á eina yrkisleið, ið vardi 20 ár og bæði byrjaði og endaði í KÍ.
Í bókini sigur Todi Jónsson frá, hvat myndaði hann í uppvøkstrinum í Klaksvík. Hann hyggur aftur á tíðina fyrst í níti-árunum, tá tíðirnar blivu ringar í Føroyum og hvussu tað var, at verða ungur í eini tið, tá fáir glottar vóru fyri framman.
Tað var í hesum árunum, hann fór niður til Danmarkar og fekk limaskap í Lyngby, men mátti byrja í einum av niðastu deildunum í Danmark. Hann gav tó ongantíð upp, men arbeiddi seg upp á fótbóltstindin og inn á besta fótbóltsfelag í Norðurlondum.
Alt hevur eina síðu, sum ikki sæst alment. Eisini fótbóltur. Todi segði frá kropsliga og sálarliga trýstinum, sum var á honum øll árini, og frá náðileysu kappingini, sum ein fótbóltsspælari er í hvønn dag.
Eingin føroyingur hevur havt somu yrkisleið í fótbólti sum Todi, og tí er tað eingin annar, sum hevur eina slíka søgu at siga frá.
Í fyrra partinum av framløguni segði høvundurin, Sólvit Nolsø frá bókini og undir hvørjum treytum ella avtalum við Toda, hon var skrivað.
Í seinna parti setti Leivur Frederiksen høvundinum og Toda spurningar um bókina og verkætlanina.
Hans Andrias Jacobsen setti sín dám á kvøldið við góðum tónleiki.
Todi Jónsson, ið sleit sínar barnaskógvar og fleiri gaggur í Klaksvík, seldi hópin av bókum, sum hann eisini signeraði.