Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ruddingarátak í Kalsoy

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  05.11.2025 - 14:25 Tíðindi

Klaksvíkar kommuna fer undir at rudda kommunala økið í Knúksdali og parkeringsplássið á Trøllanesi. Í hesum sambandi heitir Klaksvíkar kommuna á øll, sum eiga lutir ella órudd á økinum, um at beina tilfarið burtur av plássinum sum skjótast og í seinasta lagi 18. nov. 2025.

 

Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Klaksvíkar kommunu um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað verið seg akfør, viðfestivognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd.

 

Sambært grein 1 í Kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, sum seinast broytt við kunngerð nr.111 frá 7. september 2009, er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á privatum uttandura øki.

§ 1. Órudd o.a. Ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast. Bý- ella bygda(r)ráðið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein, meðan avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein.

Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað, jvb. kunngerð um burturkast.
 

Er tilfarið ikki flutt burtur av økinum 18. nov. 2025, verður tað beint burtur uttan aðra ávaring fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Eru ivamál í hesum sambandi, ber til at ringja til Klaksvíkar kommunu á tel. 410000 ella skriva eitt teldubræv til klaksvik@klaksvik.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ