Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru stjórin Rói Kalsø og rakstrarstjórin Kári Sigvardsen | Mynd: Jóhann Lützen

Krafta er sett í verðina at kappast um oljuprís

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.11.2025 - 09:39 Tíðindi Vinna

Rói Kalsø er annar stjórin í fyritøkuni Krafta. Krafta hevur sum høvuðsendamál og tilverugrundarlag at bjóða olju til kappingarførar prísir. Norðlýsið hevur hitt hann á máli og biðið hann sett orð á lutfalsligu stuttu søguna hjá felagnum, endamál, grundarlag og framtíðarvánir, og hann leggur fyri við at greiða frá stovnanini av felagnum.

 

(Grein úr blað nr. 9)

 

– ”Vit byrjaðu 1. juli í 2023, og Krafta er ein samanrenning millum reiðaríini Framherja, FarCod, Smyril Line og JFK, og so eiga eg og Leif (Hovgaard, blðm.), sum eisini er stjóri, hvør sín ognarlut í felagnum. Ætlanin var frá byrjan av at fáa til vega bíligari olju til landið. Vit gjørdu eitt ”set-up”, har vit fóru útilokandi eftir skipaflotanum sum málbólki. Vit byggja ein tangaterminal og hava nakrar bilar, sum levera til skip – og tað er so í fyrstu atløgu so tað. Tað er gjørt so einfalt fyri at hava eina so lítla administratión sum gjørligt”, sigur Rói, og heldur fram:

– ”Endamálið við at hava so lítið av leypandi rakstrarkostnaði er at bjóða oljuna so bíliga til kundarnar sum møguligt og harvið kunna konkurrera við Effo og Magn upp á prís. Hetta er høvuðstankin aftanfyri Krafta. Nummar tvey er, at vit hava bert eitt produkt, ið er gassolja, sum skipini brúka, men av tí at húsarhald og alt annað á landi eisini brúkar gassolju, bilar undantiknir, so er tað væl møguligt hjá okkum eisini at levera til onkran, sum vil starta upp á landi”, sigur stjórin í Krafta, ið er útlærdur sum bæði sølumaður og sum bókhaldari og sum hevur starvast sum bæði innkeypsleiðari, søluleiðari, stjóri og meira við.

Spurdur nærri og meira ítøkiliga um hetta svarar hann: – ”Har er longu eitt felag, sum hevur keypt sær ein oljubil, og sum fer út at levera til sethús og vinnukundar í næstum. Tað felagið keypir olju frá okkum, men annars hava vit onki við tað felagið at gera; vit fungera bara sum ein heilsøla. Sjálvir hava vit ein undirveitara uttanlands, sum skaffar okkum oljuna heim, typiskt frá raffinadaríum í Danmark, Noregi ella Svøríki, t.v.s. tætt við Føroyar”, sigur hann.

Kundarnir eru serliga skipini hjá eigarunum, men Krafta hevur eisini fleiri aðrar kundar, leggur Rói afturat: – ”Tá ið vit byrjaðu, so byrjaðu vit við at mekla olju, og nakrir av teimum kundunum hava so hingið við, eftir at vit eru blivnir fysiskir og eru farnir at levera olju. Ætlanin er at byggja upp á kundaskaran, og vit hava verið í gongd í eina tíð og skulu líka hava okkurt afturat upp at koyra, og tá ið tað er farið at virka, eru vit til reiðar at fara út at bjóða okkum meira fram”, greiðir stjórin í Krafta frá. Umframt oljusøluna í Føroyum, hevur Krafta fleiri størri sum smærri konsult- og meklarauppgávur í samband við oljukeyp og sølu í útlendskum havnum kring knøttin.

 

Kári Sigvardsen trýstir inn á tangabilin

 

Helst ongin Krafta-benzinstøð í væntu

Rói Kalsø sigur, at fólk skulu ikki vænta at síggja Krafta-benzinstøðir, men letur dyrnar standa á gloppi: – ”Man skal ongantíð siga ongantíð, men tað er ikki nakað, sum liggur í kortunum. Tá ið tað kemur til sovorðið, so krevur tað onnur produkt enn tey, vit hava. So skuldu vit havt diesel og sjálvandi benzin. Alt ber til, men í løtuni konsentrera vit okkum um verandi produktini”, og tey eru:

– ”Vit hava gjørt eina íløgu í ein tangaterminal, og vit hava nakrar vognar, sum vit hava gjørt til veitingar til skip burturav. Vit kunnu ikki fara til privathús við teimum bilunum, tí teir pumpa ov skjótt og hava ov tjúkkar slangur. Hartil kemur tað, at vit hava eina øgiliga avmarkaða umsiting. Bygningurin her á Hulki er ikki ein av teimum størstu, men er nóg stórur til okkara, tá vit eru bara 4 mans á Krafta, og sjálv koyringin er útveitt (útliciterað), ið vil siga, at vit bera ikki lønarútgjaldingarnar til chaufførar, sum sita og bíða eftir at verða ringdir upp og skula avstað”, sigur Rói Kalsø, og heldur fram:

– ”Produktið er gassolja. Gassolja er olja, sum ikki er heilt lík dieselolju, og er tað gassoljuna, Krafta satsar uppá. Gassolja verður brúkt allastaðni enn í bilum og so í støðum, har tungolja verður brúkt í staðin. Gassolja er eitt generiskt produkt, men vit vita ikki, hvørjar orkuloysnir koma í framtíðini, herundir um nakað nýtt brennievni kemur, men gassoljan er tað, sum verður brúkt nú, og vit vita, at tungolja fer at verða forboðin her um leiðir”, sigur hann. Um tað forboðið sigur hann víðari:

– ”Tað verður 1. januar í 2027, at tungoljan verður bannað í okkara øki, tí tá má svávulútlátið og CO2-útlátið ikki vera hægri enn eitt vist, og tað er bara gassoljan, sum livir upp til loyvdu krøvini til svávulinnihald eftir tað. So tað verður gassolja fyrst og fremst, og møguliga byrja onnur produkt at koma á marknaðin, t.d. ”biofuel”, sum vindur nógv uppá seg, serliga í Evropa seinasta ári ella so. Hetta – hvør verður næsta orkukeldan? – er eisini nakað, vit hyggja at, herundir ammoniakki og LNG (Liquefied Natural Gas, blðm.), sigur Rói Kalsø, og kemur so inn á staðsetingina. 

– ”Statiónin her á Hulki er gjørd soleiðis, at hon eisini kann virka ómannað, og tangabilschaufførarnir kunnu tí sjálvir koma inn at fylla bilarnar. Tó so, at tá vit levera av kaiini, er altíð ein maður til staðar. Vit hava 5.000 m³ av rúmi, býtt á 2 tangar à 2.500 m³ hvør.  Alt er annars gjørt soleiðis, at vit kunnu fara undir operatiónirnar við so lítlari manning sum gjørligt”, sigur stjórin í Krafta, Rói Kalsø.

 

Gadus bunkrar olju á Hulki

 

Hevði viljað verið 10 ár yngri

Rói greiðir soleiðis frá um, hví teir fóru undir fyritøkuna: – ”Vit fóru undir Krafta, tí vit vildu hava kapping á oljumarknaðinum. So einfalt var tað. Men um vit fara longur aftur í tíðina, so hava vit eisini upplivað tað, at vit hava havt 2 oljufeløg í Føroyum, harav annað er blivið selt nokkso ofta, og tað ger jú tað, at tað felagið fær eitt sindur at forsvara, meðan hitt felagið bara kann fylgja við og tjena tað meira, heldur enn at kappast við fyrra felagið. Annað felagið hevur tørv á at gjalda rentur og avdráttir til at betala tað og tað, meðan hitt kann forvinna meira við bara at fylgja tropp. Tað hevur verið tendensurin síðstu árini, og Krafta er sett í verðina til at fáa kapping í lag”, sigur Rói. Víðari sigur hann:

– ”Krafta hevur funnið sítt pláss á marknaðinum, og alt gongur eftir ætlan. Vit hava leverað tann partin av olju, sum vit væntaðu at levera. Eg havi ikki ordiliga hugt at, hvussu stórur procentparturin hjá Krafta er, men av tí samlaða marknaðinum meti eg – leysliga – at um vit taka skipamarknaðin, sum hann er í løtuni, so skjóti eg uppá, at vit hava eini 25%”, sigur Rói Kalsø, men leggur dent á, at talið skal takast við stórum fyrivarni, tí tað er ikki eftirkannað, bert ein meting gjørd upp á standandi fót. Men hvussu hevur byrjanin hjá nýggja orkufelagnum so verið? Rói fær aftur orðið:

– ”Tað hevur verið heilt ótrúliga spennandi at fara undir Krafta, men eg hevði ynskt, at eg var 10 ár yngri, tá eg fór undir hetta, tí tað hevur eisini verið stak krevjandi. Eg eri 51 ár í dag, og orkan er ikki tann sama, sum hon var, men man roynir. Tað, sum gevur eyka orkuna, er, at tað er spennandi og stuttligt at royna nakað nýtt, og hvønn dag hendir nakað nýtt. Teir flestu av okkum í Krafta koma úr eini størri fyritøku, og broytingin er stór”, sigur hann, og heldur fram:

– ”Tað er sanniliga eisini gevandi at byggja nakað upp frá grundini og við einum blonkum arki. Í størru fyritøkuni var alt – kopimaskina, kaffi, WC-pappír, blýantar – við hondina. Nú skulu vit koma við øllum tílíkum sjálvur, og tá leggur man veruliga merki til, hvussu nógv tað er vert; øll hesi smáu tingini”, sigur Rói Kalsø at enda.    

 

Á myndini síggjast stóru tangarnir, svarti umsitingarbygningurin og tangabilurin hjá Krafta

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli
Ungdómsting fyri 10. ferð
Bøgøta verður einvegis
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur
Pison inni við góðum 100 tonsum
Hjarnar eru svangir
Skifti í leiðsluni
Ruddingarátak í Kalsoy
FM Radio: Spælið gjørdist betri og betri
Oddbjørn Joensen valdur í kirkju­ráðið