Løgmaður: – Almenn starvsfólk og brúkarar skulu ikki stúra
Næsta sparingarrunda hjá almennu Føroyum verður ikki ”brutal”, tó at tað kann henda, at onkur almenn starvsfólk verða uppsøgd vegna bygnaðarbroytingar, sigur Føroya løgmaður við Norðlýsið. Hann grundgevur við, at vit skulu hava sterkar almennar stovnar framyvir eisini, og at roynt verður at spara alla aðrastaðni fyrst, áðrenn tað gongur út yvir brúkaran.
Í kjalarvørrinum av niðurskurðinum av landsstýrisfólkum og aðalráðum hevur í almenna kjakinum verið stúrt fyri, at tey næstu tilmælini frá Nýskipanarnevndini fara at vera brutal, ja, orðið ”blóðbað” hevur eisini verið nevnt. Vit spyrja tí løgmann, um almennu starvsfólkini kring landið í Føroyum hava orsøk til at stúra nú um jólini. Løgmaður svarar soleiðis:
– ”Nei, tey skulu ikki stúra. Eg haldi heldur ikki, at tað er rætt at kalla komandi sparingarnar fyri »brutalar« ella »blóðbað«, men vit eru heilt einfalt noydd til at reka samfelagið so skynsamt sum yvirhøvur møguligt. Men samstundis skulu vit tryggja, at vit hava eitt so gott vælferðarsamfelag sum gjørligt. Tá talan er um vælferðartænastur, sum venda sær beinleiðis til borgaran, ið hevur tørv á teimum, so mugu vit hyggja at øllum øðrum fyrst, og um vit kunnu skipa tað meira skynsamt”, sigur Aksel V. Johannesen, og heldur fram:
– ”Tað verður ikki soleiðis, at tað koma tilmæli frá Nýskipanarnevndini hvørja viku. Tað verða nakrir mánaðir ímillum. Og tá man ger bygnaðarligar broytingar, so vil tað vera so, at onkur sum hevur starv áðrenn bygnaðarbroytingarnar ikki hevur starv aftaná. Men tað, sum hevur týdning fyri meg, tað er, at vit framhaldandi hava sterkar stovnar, sum eru bæði beinleiðis borgaravendir og hava eitt fyrisitingarverk aftanfyri, har góðskan er í lagi”, sigur løgmaður um hendan spurningin.