Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spurningurin frá Bárði á Steig Nielsen til løgmann

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  08.11.2025 - 14:40 Politikkur Tíðindaskriv

Bárður spyr løgmann um, hvørjar avleiðingar skerjingin av aðalráðunum fer at hava á starvsfólkatalið í miðfyrisitingini, og um nakrar avmarkingar eru álagdar uppsøgdu landsstýrisfólkunum, sum røkja starvið fram til 1. Desembur.

 

 

Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður

 

Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður

 

Evni: Tillagingar av miðfyrisitingini

 

Spurningar:

 

1.     Hvussu tryggjar løgmaður sær, at uppsøgdu landsstýrisfólkini fylgja ásetingunum um ábyrgd landsstýrismanna?

2.     Hevur løgmaður álagt uppsøgdu landsstýrisfólkunum somu avmarkingar, sum tá ið val verður útskrivað?

3.     Hvørja ávirkan fara fíggjarligu sparingarnar av átøkunum at hava á starvsfólkatalið í miðfyrisitingini?

 

Viðmerkingar:

Trý landsstýrisfólk hava fingið at vita frá løgmanni, at tey eru uppsøgd við virknaði frá 1. desember 2025, og fara tí framhaldandi at fyrisita síni málsøkir næstu vikurnar, eins og tá ið val verður útskrivað, og landsstýrisfólk fyrisita síni málsøkir, til nýtt landsstýri verður valt. Tá val verður útskrivað, verður tað frá løgmanni lagt band á landsstýrisfólkini, sum bara skulu útinna neyðugt framhaldandi virksemi.

 

Hóast áhaldandi áheitanir heilt frá byrjan av hesum valskeiðinum um ikki at vaksa um miðfyrisitingina, helt løgmaður, og samgongan, fast um, at hetta var neyðugt fyri at fremja tey politiskt raðfestu økini, og økti talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum heilt upp í níggju. Samstundis helt løgmaður fast við, at hetta ikki fór at hava nýggjar útreiðslur við sær.

Nú skjótt trý ár eru farin av valskeiðinum, og eftir at ein nevnd bleiv sett og kom við tilmæli um at skerja talið av aðalráðum niður í seks, er løgmaður komin til, at ikki er neyðugt at hava so stóran yvirbygnað fyri at fáa raðfestu málini framd.

Tøl, sum nú eru komin fram, siga, at sparingarnar av at lækka talið av aðalráðum niður í seks eru einar 20 mió. kr., hóast tað sambært løgmanni ikki hevði eyka útreiðslur við at hækka talið av aðalráðum upp í níggju.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum
Kondittarí Marietta: Fyrsti lærlingu­rin…
Jólatræið í SVÍNOY