Samgongan satsar pelagiska marknaðin og Barentshavið - uttan prógv
Ger samgongan álvara av sínum uppskoti um at steingja føroysku havnirnar fyri tveimum russiskum reiðarum, verður avleiðingin, at Russland kemur við móttiltaki, sum merkir, at landið steingir sín marknað fyri føroyskum vørum. Tað sigur Ilja Vasiljevich Shestakoff, leiðari fyri føderala russiska fiskivinnuagenturið við Ria Novosti, ið er russisk tíðindastova. Tað snýr seg um hundraðtals milliónir ella milliardir av krónum, um Føroyar missa pelagiska útflutningin til Russlands
Ávaringin um móttiltøk er aftursvar til uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum, ið hevur skotið upp, at Føroyar skulu svartlista tvey russisk reiðarí, nevniliga Murman Seafood og Norebo, hóast hesi í dag er umfatað av fiskiveiðuavtaluni við Russland, og hóast hesi ikki hava gjørt seg sek í at gera nakað galið í føroyskum øki. Norebo hevur áður alment harmast um, at tey ikki sluppu at leggja sína søk fram fyri Løgtingsins Uttanlandsnevnd.
Verður uppskotið hjá Sirið Stenberg samtykt, og Russland ger álvara av sínum varslaðu móttiltøkum, snýr tað seg um hundraðtals milliónir og enntá milliardir. Sambært Hagstovuni í oktober 2023 teknaði pelagiska útflutningsvirðið til Russland seg einsamalt fyri 800 milliónum seinastu 12 mánaðirnar fram til okt. 2023. Í 2021, ið var áðrenn kríggið, var samlaði útflutningurin til Russlands (ikki bert tann pelagiski parturin) 2,3 milliardir verdur, og tað er metárið higartil. Fyrsta ársfjórðing í 2023 var útflutningsvirðið til Russlands 19% av samlaða útflutningsvirðinum hjá Føroyum. Sí keldur niðast í greinini.
Ávaringin frá Shestakoff er at lesa í heilt mongum altjóða miðlum, eisini donskum, harav tann eini skrivar, at Føroyar nú mugu velja ímillum at verða verandi uttanveldtað og varðveita atgongdina til russiska marknaðin, ella at velja vestursíðuna og risikera avleiðingarnar úr Moskva. Victor Nørgaard skrivar, at:
– ”Færøernes handel med Rusland er omfattende, især inden for fiskeindustrien. Hvis Rusland lukker sit marked, kan det få store konsekvenser for den færøske økonomi, hvor eksport af fisk og skaldyr udgør rygraden”.
Við Kringvarpið sigur Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini, at tey ikki vilja lata seg hótta, og at álitið frá nevndini væntandi verður lagt fyri Løgtingið í komandi viku. Men hann sigur eisini í somu samrøðu, at tað er satt, sum ført hevur verið fram, at Uttanlandsnevndin ongi prógv hevur sæð fyri, at russisku reiðaríini eru sek í tí, sum er grundarlagið fyri at sanktionera, og tað kundi bent á, at Uttanlandsnevndin fer at mæla frá at samtykkja uppskotið.
Keldur til upplýsingarnar í greinini:
https://kvf.fo/greinar/2025/11/07/russland-hottir-vid-steingja-marknadir-fyri-foroyskum-vorum