Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norðlýsið hevur áður skrivað um møguleikan fyri eini Búða-samgongu. Hesi trý fingu til seinasta val yvir 4.000 atkvøður, ið er meira enn allur Framsókn og Sjálvstýri samanlagt. | Mynd: Føroya Fiskimannafelag.

Løgmaður um komandi val, Suðuroyartunnil og Búða-samgongu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.11.2025 - 15:48 Politikkur Tíðindi

Løgtingsval verður í seinasta lagi í november 2026. Tað kann í prinsippinum vera 8. december komandi ár, men løgmaður, sum útskrivar tað, ynskir ikki val í jólamánaðinum. Her setir hann orð á tað, á Suðuroyartunnilin og møguleikan fyri, at Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fara at skipa eina Búða-samgongu. Men fyrst spyrja vit løgmann, um hann vil halda fram sum løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.

– ”Javnaðarflokkurin fer til val við mær sum formanni og løgmannskandidati”, sigur Aksel V. Johannesen, men leggur afturat, at valkvøldið kann broyta, um hann heldur fram sum formaður. Veljarakanningarnar síggja ikki gott út hjá Javnaðarflokkinum í løtuni, og tað hava tær ikki gjørt í tvey ár. Men løgmaður ynskir at halda fram, tí hann sigur seg trívast væl sum formaður og sum løgmaður, og tekur tað sum ein stóran heiður at hava verið formaður so leingi, hann hevur. Men tað er ikki altavgerandi fyri seg, og um undirtøkan fer at minka, ætlar hann ikki at forða einum nýggjum formanni ella nýggjari forkvinnu.

Suðuroyartunnilin

Sandoyingar hava úttrykt ein sterkan ótta fyri, at bygdin Sandur verður uppsaksað av linjuføringini, og løgmaður sigur seg hava forstáilsi fyri tí. Løgmaður ynskir Suðuroyartunnil, tí støðan í Suðuroynni er ikki so góð. Har eru tær lægstu miðalinntøkurnar, tær lægstu skattainntøkurnar, hava fá ung og mong eldri, og tað størsta arbeiðsloysið. Soleiðis var eisini í Sandoynni, áðrenn tunnilin kom hagar, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann heldur, at skal gongdin í Suðuroy vendast, so má nakað tað sama gerast har, sum varð gjørt við Sandoynna, t.v.s. at tey skulu fáa fast samband. Tí verður uppskot lagt fyri tingið í næstum um, at P/F Suðuroyartunnilin fær heimild at projektera tunnilin, men løgmaður ger greitt, at tað ikki er ein heimild til at bora tunnilin (enn). Tá finna vit út av, hvat tunnilin kostar. Um rentan er alt ov høg, ella prísurin ov høgur, so kann tað vera fíggjarliga skilagott at bíða, men tað merkir eisini, at nýggjur Smyril helst má gerast, sigur hann, og tað kostar eisini nógv.

Eisini verður tunnilin góður fyri Skúvoynna, sigur løgmaður, og tað hava politisku flokkarnir tikið undir við honum í, hóast onkur einstakur hevur fyrivarni. Tilsamans standa 28 tingfólk aftan fyri semjuna.

Ein Búðasamgonga?

Tá tað kemur til bygnaðarbroytingarnar við 6 aðalráðum, so er lætt at ímynda sær eina 2-2-2-samgongu við trimum stórum flokkum. Aksel V. Johannesen og Beinir Johannesen, formenn í ávikavist Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, eru nær í slekt, og báðir koma úr Búðunum í Klaksvík. Omma Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, æt Súsanna Jacobsen og var systur Sam í Búðunum. Mamma Sirið eitur Ásgerð og er slektað úr Búðunum. Til spurningin um eina Búða-samgongu (ACE) eftir komandi val sigur Aksel:

– ”Eg havi sagt bæði í formansrøðuni í Javnaðarflokkinum og í ólavsøkurøðuni, at tað stendur opið fyri Javnaðarflokkin at fara í samgongu við hvønn sum helst flokk. So alt er møguligt, men valúrslitið ger stóran mun fyri, hvat ber til, og hvat ikki ber til, og tað snýr seg eisini um, hvørji mál eru aktuell tá”, sigur løgmaður at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB
Heðin í Gamla Seglhúsinum
Løgmaður um komandi val, Suðuroyar­tunnil…
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
Samgongan satsar pelagiska marknaðin og…
Panik før lukketid - og Arabo gjørdist s…
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað