Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heðin: Jógvan Ingvard Olsen, drotning Margretha 2. og ein ær á Støðlafjalli. | Mynd: Dávur Winther

Heðin í Gamla Seglhúsinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  09.11.2025 - 17:11 Mentan Myndarøð Tíðindi

Enn ein frálík framsýning í Gamla Seglhúsinum við Heðin. Har var sangur við Steintóri Rasmussen og røða við Eiriki í Jákupsstovu og hópin av fólki, sum vildu ogna sær ein málning frá Heðini.

Ein frálík løta, har reyðu prikkarnir spreiddu seg sum pest eftir lítalri løtu, og alt varð selt.

Gott at hitta bygdamannin og grannan Heðin aftur, sum við sínum lítilátni hevur so nógv at siga við sínum frálíku málningum – hvør málningur sigur sína søgu.

Eftir frálíkan sang og spæl frá Steintóri, hevði Eirikur í Jákupsstovu, landstýrismaður eina frálíka røðu fyri Heðini og teimum mongu, sum vórðu komin saman til løtuna.

Røðan hjá Eiriki í Jákupsstovu, landstýrismanni, verður endurgivin niðanfyri:

Góði Heðin, góðu fyriskiparar, góða samkoma, sum er her í dag.

Jógvan Ingvard Olsen, drotning Margretha 2. og ein ær á Støðlafjalli.

Hvat hava hesi trý til felags?

Jú, hetta eru motivini, sum eg fyrst komi í tankar um, tá ið eg hugsi um Heðin Kambsdal.

Eg haldi ikki, at Heðin hevur málað Jógvan Ingvard so ofta – helst bara eina ferð – men nógvu tímarnar, sum vórðu brúktir á mittastu hæddini í Løgtinginum, tá eg var í fíggjarnevndini og alt skuldi fella upp á pláss síðst í november og út í desember, brúkti eg ofta møguleikan at hyggja at málningunum av undanfarnum løgtingsforfólkum. Har hongur Jógvan Ingvard, soleiðis sum Heðin valdi at skapa hann. Ella hann hongur ikki bara har. Hann lýsir upp.

Margretha 2. er eitt meira brúkt motiv. Ella í øllum førum, sum ein lutur í myndini. Og onkuntíð hevur ærin havt eina stuðlandi uppgávu á myndini. Eg síggi serliga eina mynd fyri mær, sum fyrrverandi starvsfelagi mín og fyrrverandi grannin hjá Heðini, Dávur Winther, vísti mær fyri skjótt nógvum árum síðan.

Drotningin stendur úti í náttúruni og málar, og ein ær líkasum hyggur at henni og – eg hugsi – undrast, hvat hendan konan ger.

Við hesari myndini var tað sama sum við Jógvan Ingvardi og í grundini øllum tí, sum Heðin Kambsdal ger. Tað lýsir upp. Ikki endiliga við, at alt er bjart. Men tí har er nakað heilt serligt við ljósinum. Tað lýsir upp og dregur til.

Hvaðani kemur so hetta serliga?

Tað er í øllum førum soleiðis, at Heðin Kambsdal er føddur 14. mars 1951, og er fuglfirðingur við teimum brigdum, sum fylgja við tí. Hann býr í Fuglafirði, er útbúgvin lærari og organistur. Hann hevur virkað og virkar sum hesi, men hevur eisini verið nógv í kóri sum sangari og kórleiðari. Men hann hevur eisini málað sera leingi.

Fyrsta málningin seldi Heðin longu sum 16 ára gamal, so tað fara skjótt at vera 60 ár síðan. Heðin er soleiðis fjøllistamaður við evnum á fleiri økjum, og hann gevur tí ans, ið er rundan um hann.

Eg veit ikki, hvussu mann finnur uppá at mála tað, sum mann málar. Hvussu mann fær ein stíl. Allarhelst hevur tað nakað við persónligheitina at gera, men eg veit heldur ikki, um tað er eitt gott hugskot, um eg skal fortelja Heðini Kambsdal nakað um hansara list. Hann hevði jú málað málningar, sum vóru nóg góðir at selja, í eini 20 ár, áðrenn eg var føddur.

Tí fari eg at lána nøkur orð frá systkinabarnið Heðin, Frits Johannesen, sála, sum vórðu borin fram, tá Heðin fylti 60, og sum veruliga fanga tað, sum eisini eg fái úr myndunum hjá Heðini:

Vit hava sagt, at hetta er eitt endurskin, sum stingur seg upp í hansara penslagongd, men eisini er tað atmosferiskt ljós, sum dartar út og inn millum gjáir og skørð - Trælavatnaskarð, Breiðaskarð, Jøklaskarð og Skarðið. Tað hevur sítt poetiska skap, sum dettur niður á tekjurnar, skorsteinar, líðirnar, bøstykkini, fjørðin og fjarðarlutin. Ja, tað er torført at geva ljósinum skap, tí tað hevur ongi mørk, men Heðin dugir hetta at leggja ljósið niður á eitt lítið lak, sum liggur á bliki á Gjógvaralandi ella á Raktanga, ella bara fer sum eitt flyrrandi ljós í einum skýbøkla omanvert Tyrlarnar.

Hetta kundi verið Edward Hooper, Rembrandt, Caravaggio ella Georges de la Tour, sum við teirra sveittakendu penslum gjørdu hetta. Nei, tað er hesin fáorðaði málarin, tónlistamaðurin, sum er á ferð millum aðrar stórar ljóslistamenn..... og hetta er Heðinsa ljós.”

Soleiðis segði Frits Johannesen, og eg ivist veruliga, um nakar kundi sagt tað betur: “fáorðaði málarin, tónlistamaðurin, sum er á ferð millum aðrar stórar ljóslistamenn!”

Jú, tað er rætt, sum bygdarmenninir hjá Heðini søgdu. Gunnleif Thomsen skrivaði og Niels Midjord sang, um henda “organist, sum fjasast við list”, tá teir tóku “nøkur mentafólk” undir luppin:

Heðin K, Heðin K, honum eydnast tindarnar at ná.”

Góði Heðin, tað er til stóra gleði fyri mong, at tú skapar og letur úr hondum tínar málningar. Skapanargleðin lýsir úr teimum.

Eg ynski tær alt tað besta víðari á lívs- og listaleið tínari.

Hjartaliga til lukku við framsýningini!

Takk fyri!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB
Heðin í Gamla Seglhúsinum
Løgmaður um komandi val, Suðuroyar­tunnil…
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
Samgongan satsar pelagiska marknaðin og…
Panik før lukketid - og Arabo gjørdist s…
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað